Hetta er ein primitivur máti at arbeiða upp á

Bannið fyri at koyra við lastbilum ígjøgnum Havnina um náttina, hevur ongan týdning fyri okkum – og vit fara ikki at gera tað sama ímóti Havnini, sigur Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavík

Hetta hevur púra ongan týdning fyri okkum – men eg haldi, at hetta er ein primitivur máti at arbeiða upp á. Tað heldur Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavík. Í gjár setti Tórshavnr Býráð skelti upp í Havn við tí endamáli at bannað stórum lastbilum at koyra ígjøgnum Havnina um náttina.

 

Men løgreglan sigur, at slík skelti kunnu ikki setast upp, uttan við góðkenning frá løgregluna, og løgreglan hevur ikki góðkent hesi skeltini. Løgreglan sigur eisini, at skeltini eru skeiv, tí tey forbjóða IKKI lastbilum at koyra ígjøgnum Havnina um náttina. Les meiri her: Hetta er ólógligt av Tórshavnar Býráð.

 

Ein stórur partur av flutninginum, sum er við stórum lastbilum ígjøgnum Havnina um næturnar, er við gróti av Gomlurætt til havnarlagið í Runavík, sum verður bygt út.

 

Tórbjørn Jacobsen sigur, at tað er ikki hansara lutur at hava nakra meining um, hvussu Tórshavnar Kommuna skipar síni viðurskifti, tí hon skipar síni viðurskifti sjálv.

 

Men hann leggur afturat, at er ætlanin við forboðnum at gera fortreð fyri Runarvíkar Havn, sum er ein kappingarneyti hjá Tórshavnar Havn, er ætlanin fullkomiliga miseydnað, tí tað hevur ongar sum helst avleiðingar fyri arbeiðið at byggja Runavíkar Havn út.

 

Hann sigur, at tey hava eina avtalu um at fáa 300.000 kubikk av gróti úr Eysturoyartunlinum til Runavíkar Havn. Tey hava fingið helvtina og í desember hevði øll koyringin verið liðug. Men um hetta verður seinkað ein mánað, ella tveir, hevur ongan sum helst týdning, tí Runavíkar Kommuna rindar ikki fyri grótið, fyrr enn tað er vippað í havnarlagið.

 

Men hann heldur, at hetta stigið hjá Tórshavnar Býráð er primitivt. Hann sigur, at vóru tey í Runavík líka primitiv, kundu tey sett eitt skelti upp á Lambareiði sum setir forboð fyri at koyra við stórum lastbilum ígjøgnum Runavíkar Kommunu.

 

Hann sigur, at tað høvdu tey sæð aftur í Tórshavnar Havn, tí tað er ikki smávegis av treylarum, sum koyra ígjøgnum Runavíkar Kommunu við vøru, sum skal avskipast í Havn. Men vit eru ikki so primitiv, at vit fara at leggja forðingar í vegin fyri ferðasambandinum, leggur hann afturat.