Klakvíkar kommuna hevur gjørt skaða á elstu búsetingina í býnum, á Akursmørk, sigur stjórin á Tjóðsavninum, Herleif Hammer, við Norðlýsið. Hann sigur, at hetta er bæði álvarsamt og óskiljandi.
Tað er í samband við, at Klaksvíkar kommuna er farið undir at gera eina park á Akursmørk. Kommunan sigur, at økið skal gerast til eina grøna og vakra lund mitt í býnum.
Fyrsti partur av arbeiðinum skuldi vera jørðarbeiði og at leggja ein part av Ósánni um. Arbeiðið við lundini í Akursmørk skuldi vera partur av nýggja miðbýnum, sum Osbjørn Jacobsen, arkitektur, hevur teknað.
Trupulleikin er tann, at økið er friðað av Tjóðsavninum. Øll fornminni eru friðað við lóg og Norðoya Fornminnissavn hevur boðað Klaksvíkar kommunu frá, at økið við Akursmørk er serstakliga áhugavert sum fornminni.
Mett verður, at búsetingarnar á Akursmørk eru eldri enn tær í Vági og tí er talan um elstu búsetingarnar í Klaksvík.
- Tað er fullkomiliga óskiljandi at Klaksvíkar Kommuna ferð so illa við sínum fornminnum, at teir uttan nakað fyrilit eru farnir at grava har skrásett fornminnir eru, sigur Herleif Hammer við Norðlýsið, og kallar hetta eina skandalu.
- Vit vita ikki enn hvussu stórur skaðin er, men tað er ein skandala at slíkt hendur í sjálvum miðbýnum í Klaksvík, sigur hann.
Helgi Michelsen, savnsvørður á Fornfrøðideildini hjá Tjóðsavninum, hevur verið í Klaksvík og hugt at arbeiðinum, sum er gjørt. Hann sigur, at eftir øllum at døma hevur gravkúgvin longu borið við onkrar toftir og tí gjørt skaða á fornminnini.
- Á fundi við umboð fyri Klaksvíkar Kommunu kundi eg staðfesta at man var sera keddur um tað sum er hent, og teir máttu staðfesta at hetta var ein svipsari, sum ikki eigur at koma fyri, sigur hann.
Nú skulu Tjóðsavnið og Klaksvíkar kommuna so finna út av, hvussu víðari verður farið fram við arbeiðinum og at varðveita fornminnini.