Hetta er ein sorgblíður dagur

Nú skulu tit til fólksins dóm, sigur løgtingsformaðurin,  sum nú takkar fyri seg í politikki

Tað er sorgblítt at enda eitt valskeið. Tað segði Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, nú løgmaður hevur útskrivað løgtingsval – og tað verður hósdagin 8. desembur. Løgtingsformaðurin ásannar, at hetta kom eitt sindur knappliga á, men øll, sum eru vald at sita á Løgtingið, leggja nú hett ábyrgdarfulla starvið frá sær, og tey, sum stilla upp aftur, skulu nú til fólksins dóm.

 

Hetta er helst ein serliga sorgblíður dagur hjá løgtingsformanninum sjálvur, tí nú valskeiðið endar, sigur hann samstundis einum longum, politiskum lívið, farvæl. Hann hevur nevniliga boðað frá, at hetta varð hansarara seinasta valskeið og at hann tískil ikki stillar upp til løgtingsval aftur. Hann fyllir 70 í næstu viku og hevur nú gjørt av at takka fyri seg í politikki.

 

Sjálvur kom Jógvan á Lakjuni á Løgting á fyrsta sinni í 1989, so hóast hann hevur verið leingi í politikki, hava Henrik Old og Jørgen Niclasen siti enn longri. Tað eru stórar broytingar farnar fram í samfelagnum hesi árini, men vit skulu glaðast um tað fantastirska samfelagði, vit hava, segði Jógvan á Lakjuni.

 

Hann takkaði eisini landsstýrisfólkum og løgtingslimum fyri gott samstarv í hesum valskeinum, og alla hesa tíðina, hann hevur verið á tingi. Løgtingsformaðurin segði eisini, at tá ið val er útskrivað, er tað vanligt, at alt arbeiðið í Løgtinginum verður lagt stilt. Tá ið løgmaður útskrivaði løgtingsvalið í dag, hevði Løgtingið eitt mál eftir at viðgera, men tað varð so tikið av skránni. Tað var málið um at hækka gjaldið úr barsilsskipanini so at tey, sum hava rætt til tað hægsta gjaldið, sum er 25.000 krónur, nú skuldu fáa 27.000 krónur.

 

Tað merkir, at løgtingsfundur verður ikki aftur fyrr enn eftir valið og tað nýggja Løgtingið er mannað. Men stingur okkurt mál seg upp, sum krevur bráðneyðuga viðgerð, ber kortini altíð til at kalla Løgtingið saman aftur.