20 ára gamli Gunnar Nielsen, sum seinnu árini hevur spælt fyri danska felagið Frem, skrivaði í dag undir tvey ára sáttmála við enska Premier League felagið Blackburn.
Á heimasíðuni hjá felagnum sigur Gunnar seg fegnast um, at hann nú skal spæla fyri felagið.
- Eg eri sera fegin um sáttmálan. Hetta er ein stórur møguleiki hjá mær at menna meg í heimsins bestu fótbóltskapping. Eg eri fegin um at venjarin trýr upp á meg, og eg ætli mær at liva upp til teirra vónir, sigur hann.
Blackburn-venjarin Mark Hughes sigur, at Gunnar Nielsen er eitt natúrligt talent, sum veruliga gjørdi vart við seg undir royndarvenjing í felagnum.