- Hetta er ein útreinsing

Samanber arbeiðsháttin í Sjálvstýri við stjórnartíðina hjá Stalin í Sovjetsamveldinum

Umframt at nokta Bjørn á Heygum, formanni í Suðurstreymoyar Sjálvstýrisfelag, at stilla upp til komandi løgtingsval, boðaði landsnevndin hjá Sjálvstýri í kvøld frá, at man hevur valt at aðalfundurin í Streymoyar Sjálvstýrisfelag 4. desember 2018 var lógligur og viðtøkuførur.

Sostatt ógildar man eina avgerð, ið nevndin í lokalfelagnum hevur tikið, men sambært Bjørn á Heygum hevur landsnevndin ikki heimild til tað, tí lokalfelagið er suvurent.

- Hetta er eitt innanhýsis mál í Suðurstreymoyar Sjálvstýrisfelag, ið einki hevur við landsnevndina at gera. Tað er har ketan leypur av, tí tað er í Streymoy, at tað skal avgerast hvør umboðar okkum. Tað er ikki Jógvan Skorheim, landsfundurin ella landsnevndin, men vit, tí vit eru eitt sjálvstøðugt felag, slær Bjørn á Heygum fast.

Viðvíkjandi umstrídda fundinum sigur formaðurin í lokalfelagnum, at talan var um eina kvettroynd, har man royndi at sleppa av við ávísar persónar í felagnum.

- Persónar, ið ikki eru skrásettir sum limir og sum eingin kennir til, komu inn gjøgnum bakdyrnar. Man ynskti at fáa teir persónar vekk, ið ikki hava somu áskoðanir sum Jógvan Skorheim. Í staðin vilda man hava sínar egnu leigusveinar, greiðir Bjørn á Heygum frá, um hvussu hann upplivdi fundin.

Kvettroyndin miseydnaðist, tí nevndin valdi at ógilda atkvøðugreiðsluna, tá man metti, at fleiri á fundinum ikki uppfyltu treytirnar fyri at atkvøða.

- Man kann ikki melda seg sum lim og atkvøða á fundinum, uttan nevndin góðkennir tey fyrst. Út frá teimum fortreytum mettu vit, at atkvøðugreiðslan ikki hevði gildi og kallaðu inn til nýggjan aðalfund har verandi nevnd bleiv vald. Men tað vil leiðslan í Sjálvstýri ikki hoyra talan um, tí teir vilja hava síni fólk í nevndina, so Havnin kann verða dikterað úr Klaksvík, sigur Bjørn á Heygum.

Sambært formanninum í Streymoyar Sjálvstýrisfelag er talan um eina endurtøku av tí, ið hendi við felagnum í Eysturoynni, har Rógvi Fossadal varð koyrdur frá sum formaður, tí hann hevði eina aðra meining enn Skorheim, og líknar hann hetta við arbeiðsháttin hjá Josef Stalin.

- Hetta er ein útreinsing. Hetta er eins sum í Stalin tíðini, tá hon var upp á tað besta. Man reinsar út innanhýsis. Tað er sami stílur, ið verður brúktur her. Man vil bara hava nikkidukkur at sita runt umkring, ið akta boðum frá Skorheim. Tá hevur man ikki ein flokk, men bara nakrar marionettdukkur, sigur Bjørn á Heygum.

Viðvíkjandi síni egnu framtíð í flokkinum, sigur Bjørn á Heygum, at hann nú umhugsar sína framtíð.

- Eg umhugsi mína støðu og um tað gevur meining, at vera partur av einum harkaliði hjá Jógvani Skorheim. Tí tað verið eg aldrin. Eg verið aldrin ein av hansara nikkidukkum. Men spurningurin er, um eg kann vera í flokkinum við einum slíkum formanni. Men tí avgerðina taki eg ikki einsamallur, men sami við nevndini í Streymoyar Sjálvstýrisfelag, sigur hann.