Hetta er eitt arbeiðið, sum eg taki í álvara, og sum vit fara at leggja dent á hesa næstu tíðina. Tað sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum. Eldraøkið kring landið er í kreppu, tí tað er so stórt trot á starvsfólki, at tað ber ikki til at veita eina nøktandi tænastu, umframt, at eldri ikki sleppa inn á ellis- og røktarheim, rætt og slætt tí eingin er at røkta tey.
Nú hevur Annika Olsen, tingkvinna fyri Fólkaflokkin, spurt Jenis av Rana, landsstýrismann, hvat ætlanin er at gera fyri at koma trupulleikanum við starvsfólkatroti, til lívs. Jenis av Rana sigur, at hetta ein trupulleika, hann er varugur við, og sum hann tekur í álvara. Hetta er sostatt eitt arbeiði, hann fer at leggja dent á hesa næstu tíðina.
Hann staðfestir, at tað er tørvur á at útbúgva fleiri starvsfólk til økið og í hesum sambandi verða fleiri lesandi tikin inn á heilsufakligu útbúgvingarnar næsta ár, enn tað eru í ár.
Eitt arbeiði er eisini sett í verk, har Almannamálaráðið, Heislumálaráðið, Fíggjarmálaráðið, Uttanríkis- og mentamálaráðið og Kommunufelagið, eru farin at kanna, hvussu trupulleikin kann verða loystur. Ætlanin er, at eitt upplegg verður klárt fyrst í komandi ári.
Møguleikin fyri at geva starvsfólkum á eldraøkinum løn undir útbúgving er verður eisini kannaður. Harumframt verður arbeitt við ítøkiligum uppskoti um at førleikameta starvsfólk, sum hava drúgvar royndir á økinum.
Annika Olsen vísir á, at ein kanning hjá búskaparráðnum sigur, at hesi næstu tíggju árini, fara tað at mangla 700 starvfólk á almannaøkinum, heilsuøkinum á eldraøkinum og á dagstovnaøkinum. Men nógv tann størsti tørvurin verður á eldraøkinum. Samstundis vísa høgtøl frá í juni fjør, at miðalaldurin á heilsuhjálparum er 50 ár. Í februar í 2019 var hann 47 ár, so tað gongur skjótt.
Tølini vísa eisini, at av teimum 224 heilsuhjálparunum í Suðurstreymi eru heili 129 ófaklærd, sigur Annika Olsen.