Hetta er eitt neyðarkall frá Strandferðsluni

Tað kann loysast við at brúka eina millión krónur fyri hvørt fólk, sum hetta fer at tæna

Ritan er tvær ferðir so gomul sum eitt ellisakfar, staðfestir Niels Juel Arge, stjóri á Strandferðsluni

At gera Strandferðsluna til eitt partafelag, er ein neyðloysn. Tað staðfestur Niels Juel Arge, stjóri á Strandferðsluni. Í eini almennari áheitan á politikararnar í dag, sum hann kallar eitt neyðarkall, sigur hann, at orsøkin til neyðarkallið er, at hesi seinastu 17 árini hevur landskassin ikki sett pening av til at endurnýggja gomlu ferjurnar hjá Strandferðsluni. Fyri 17 árum síðani, í 2005, kom Smyril, og nú fer hann eisini at eldast.

 

Alt tos um Strandferðsluna sum alment partafelag sprettir úr, at landið ikki raðfestir Strandferðsluna. Ein neyðloysn er tí at leggja Strandferðsluna  um til eitt partafelag, sum kann lána pening til at byggja nýggjar ferjur fyri, sigur stjórin.

 

Hann sigur, at tað sær út til, at nógv halda, at tosið um P/f Strandferðsluna er tað sama sum einskiljing. Tað er tað ikki, staðfestir hann. Einskiljing er at selja almennar ognir til tað privata. Men verður Strandferðslan gjørd til eitt partafelagið eigur Landið allan partapeningin og setur alla nevndina.

 

Endamálið við at gera Strandferðsluna til eitt partafelag er heldur ikki at skera raksturin inn á bein fyri at fáa eina gullrandaða botnlinju.

 

– Partafelagið Strandferðslan er ein neyðloysn. Eitt neyðarkall frá Rituni, Ternuni, Sam og Sildberanun um fígging, sigur Niels Juel Arge.

 

Hann staðfestir, at tíverri hava skiftandi politiskar leiðslur forsømt at taka skiftandi leiðslur á Strandferðsluni  í álvara, tá ið tær, hesu seinastu 20 árini, hava mælt til at umskipa Strandferðsluna  og skifta ferjurnar út.

 

– Í dag er miðalaldurin á teimum trimum elstu ferjunum 46 ár, ella nærum tvær ferðir aldurin á einum ellisakfari. Ritan er 51 ár. Sam er 46 ár. Ternan er 42 ár. Sildberin er 28 ár. Eitt skip má eisini koma til Hest-leiðina.

 

Skuldi nakar verið í í iva um, antin tað ber til at finna pening á íløguætlanini hjá landinum, kann til dømis hyggjast at Viðareiðistunlinum og Tunlunum Norður um Fjall.

 

– Tunlarnir kosta 750 milliónir og knýta bygdir saman við 750 fólkum. Strandferðslan biður um 450 milliónir á landsins íløguætlan til fimm nýggj skip at tæna 450 fólkum. Í báðum førum er talan um eina millión krónur fyri hvønn íbúgva.

 

– Hetta letur gera, men so má øll tann politiska skipanin taka kikaran frá tí blinda eyganum og ásanna, at enn er Strandferðslan til, hóast tvær farleiðir eru niðurlagdar í 2002 og 2006 - og ein afturat verður niðurløgd næsta ár, sigur Niels Juel Arge.

 

Hann sigur, at í samgonguskjalinum hjá eini komandi samgonga, sama hvør hon verður, má má ein ítøkilig ætlan vera um at útskifta tær gomlu ferjunum út. Alt annað er óvirðiligt fyri eitt oyggjaland og sjófarandi tjóð sum Føroyar, leggur hann afturat.

 

Ritan er tvær ferðir so gomul sum eitt ellisakfar, staðfestir Niels Juel Arge, stjóri á Strandferðsluni