Hetta er eitt ótrúliga gott tekn

– Vit taka tað, sum eitt ótrúliga gott tekn, at eitt tað fyrsta, nýsetti landsstýrismaðurin í samferðslumálum, gjørdi, varð at kalla saman til fundar um vegirnar í sambandi við Eysturoyartunnilin. Talan er bæði um vegin ímillum Havnina og tunilsmunnan á Hvítanesi og um vegin ígjøgnum Runavík.

 

Bæði landsstýrismaðurin í samferðslumálum, Heðin Mortensen og Annika Olsen, borgarstjóri í Havn, hava ført fram, at beint nú eru tað nettupp hesir vegirnir, sum eru tann mest átrokandi samferðsluútbygging í landinum yvirhøvur.

 

Og í longu í gjáramorgunin hevði hann fund við umboð fyri býráðini í Havn og í Runavík um ætlanina. Hann sigur, at hann hevur givið sær sjálvum tvær vikur til at koma við eini endaligari loysn fyri, hvussu hetta skal skipast.

 

 

Les eisini: Gevur sær sjálvum tvær vikur at finna eina loysn

 

 

Annika Olsen heldur, at tað er eitt ótrúliga gott tekn, at landsstýrismaðurin hevur gjørt so skjótt av. Men trýst annars á pílin undir myndini og hoyr Anniku Olsen greiða frá á FM1, hvussu hon sær støðuna beint nú.