Nú fer Tórshavnar Býráð at gera 50 nýggj grundstykki í høvuðstaðnum. Tað eru 50 grundstykki á Kongavarða, á høvdini aftanfyri raðhúsini, sum eru Undir Kongavarða. Hvørt grundstykki er 400 fermetrar.
Tróndur Sigurðsson, formaður í byggi- ogh býarskipanarnevndini, sigur, at tilboðini upp á at gera grundstykkini byggibúgvin, komu inn í gjár.
Av tí, at tey ikki hava havt stundir at kanna tilboðini, vil hann ikki siga, hvussu dýrt tað verður, ella, hvør skal gera arbeiðið.
Men hann sigur, at tað verður alt fyri eitt, at tilboðini skulu kannast, so at arbeiðið at gera tey byggibúgvin, kann byrja.
Og hann væntar, at seinni í ár, ella í seinasta lagi um eitt ár, verður klárt at byggja á stykkjunum.
Tey verða boðin út eftir bíðilistanum eftir grundstykkjum, har útvið 400 umsøkjarar eru.
Men Tróndur Sigurðsson sigur, at verður stórur eftirspurningur eftir stykkjunum, er ætlanina at gera útstykkingina størri, so at enn fleiri hús kunnu byggjast har.
Og hann væntar, at tað verður eftirspurningur eftir grundstykkjunum, tí tey liggja væl fyri, og útsýnið ber ikki til at klaga yvir.
Hann torir ikki at meta um, hvat stykkini fara at kosta. Men hann sigur, at alt bendir á, at stykkini verða lutfalsliga bílig.
- Talan er um eina stóra útstykking, og tí verður hvørt stykki lutfalsliga bíligari enn tey høvdu verið í eini minni útstykking, sigur Tróndur Sigurðsson.
- Hetta er ein fantastisk útstykking, sum vit hava longst eftir, leggur hann afturat.