Hetta er heilt nýtt í Vágum

At ÍF tíggju minuttir undan steðginum misti ein mann vísti seg at vera avgerandi, hóast fuglfirðingar eftir steðgin vóru meiri í álopi enn heimamenninir

Aftur í kvøld var Silas Eyðsteinsson sera tryggur millum stólparnar hjá 07 Vestur

Magnus Powel er nýggjur venjari í Vágum. Í kvøld hevði hann fyrstu ferð ábyrgdina av 07 Vestur, sum hevði vitjan av ÍF.

 

07 Vestur vann 1-0. Sigurin ber við sær, at 07 Vestur nú hevur 11 stig og hevur tikið seg seks stig frá níggjunda plássi, ið kann bera niðurflyting við sær. Tað er heilt nýtt í Vágum, at teirra lið hevur lagt sjógv millum seg og hóttanina av niðurflyting.

 

Martin Heiberg Petterson, sum í kvøld var í høgru, skoraði málið. Støðan var heilt undarlig, tí ÍF verjan tóktist ikki at vera klár, tá ið fríspark varð sent fram í høgru, har Martin takkaði fyri og sendi bóltin í handara síðunetið.

 

Dygst eftir málið kom av álvara øði í. Tað bar við sær, at ÍF miðvallarin Bogi Reinert Petersen sá reytt, og at Predrag Jeremic, sum á børu varð borin av vøllinum, sá gult.

 

Eftir steðgin megnaðu fuglfirðingar í longum løtum at leypa á, heimaverjan var ikki so sannførandi, og Uros Stojanov eigur at iðra seg heilt illa, tí hann var fleiri ferðir í støðum, sum kundu borið útjavnandi málið við sær.

 

Hetta var fyrsti dysturin, sum Magnus Powel hevði ábyrgdina av 07 Vestur liðnum, og hann hevur fulla úrtøku í Vágum.

 

-Nýggi venjarin hevur analyserað ÍF øgiliga væl. Hann hevði lagt okkum eina við, hvussu vit skuldu spæla, og tað riggaði í fyrra hálvleiki, meðan tað ikki riggaði so væl eftir steðgin, sigur Jóannis á Steig, vinstri vongverjin hjá 07 Vestur, sum eftir steðgin var liðformaður, tí Martin Tausen orsakað av skaða ikki kom á vøllin aftur eftir hvíldina.

 

Og hvør var orsøkin til, at ÍF spælarin tíggju minuttir undan steðginum varð vístur av vølli?

 

-Bogi Reinert Petersen og Predrag Jeremic vóru í hornatøkum, og dómarin man hava sæð okkurt, sum eg ikki sá, tá ið teir stóðu høvd ímóti høvdi, sigur Jóannis á Steig.

 

Jóhan Hendrik Ellefsen var dómari. Hann kendi seg ofta noyddan at hava kortini á lofti. Umframt at Bogi Reinert Petersen sá reytt, so var málmansvenjarin hjá ÍF, Pauli Jarnskor, vístur burtur, og níggju ferðir var gula kortið á lofti - seks ferðir til heimaliðið og tríggjar ferðir til gestirnar.

 

ÍF miðvallarin og liðformaðurin Karl Løkin iðrar seg um tapið:

 

-Vit ætlaðu at stýra spælinum, men tað megnaðu vit ikki, tí talan var um nógvar steðgir. Eftir steðgin, tá ið vit vóru undirmannaðir, gekk tað væl betur, og vit iðra okkum um, at tað ikki eydnaðist okkum at javna, tí vit høvdu møguleikar til tað.

 

Og hvat sigur tú um reyða kortið?

 

-Eg skal ansa, hvat eg sigi. Eg fylgi væl við fótbólti, og eg havi sæð nógvar dystir hjá 07 Vestur. Tá havi eg lagt til merkis, at hasin spælarin, sum varð borin av vøllinum, hevur ligið á vøllinum stórar partar av tíðini. Og Bogi Reinert Petersen hevur øgiligar stuttar teymar hjá dómarunum. Tað hava vit sæð so ofta fyrr í ár, og soleiðis var tað í kvøld. Men eg dugi ikki at siga, hvør orsøkin var til, at hann sá reytt, tí eg sá tað ikki, sigur ÍF liðformaðurin Karl Løkin.

 

Í teimum fimm minuttunum, sum dómarin legði aftrat fyrra hálvleiki var um reppið, at Karl Løkin javnaði. Hann vann bóltin, tá ið Høgni Egilstoft Nielsen spældi upp á tvørs, so setti hann ferð á, og tá ið hann royndi seg – eitt sindur pressaður – av brotsteigarmarkinum, bjargaði Silas Eyðsteinsson, sum aftur í kvøld var stinnur í 07 Vestur málinum.

 

-Hetta kennist tungt, tí vit halda okkum hava eitt gott lið. Men tað er einki annað at gera enn at arbeiða víðari og rokna við, at tað fer at gleppa, sigur Karl Løkin í samrøðu við Trónd Arge á FM1.

 

ÍF og 07 Vestur hava nú 11 stig í part.

 

 

 

 

 

07 Vestur – ÍF 1-0 (1-0)

 

1-0: Martin Heiberg Petterson 34.

 

Dómari: Jóhan Hendrik Ellefsen

 

07 Vestur: Silas Eyðsteinsson – Ásbjørn Heðinsson, Dann Fróðason, Dánjal Pauli Lervig, Jóannis á Steig – Martin Heiberg Petterson, Høgni Egilstoft Nielsen, Martin Tausen (Sølvi Egilsson, 46.), Teitur Olsen – Zoran Vujovic (Eiler Fróðason, 83.), Predrag Jeremic (Albert Theis Nielsen, 41.)

 

Gult kort: Teitur Olsen, Predrag Jeremic, Ásbjørn Heðinsson, Høgni Egilstoft Nielsen, Albert Theis Nielsen, Sølvi Egilsson

 

Venjari: Magnus Powel

 

ÍF: Martin Danielsen – Gunnar Christiansen (Hans Jákup Lervig, 63.), Jens Joensen, Jan Ó. Ellingsgaard, Pól Jákup Lundsbjerg (Filip Djordjevic, 46.) – Steinbjørn Olsen, Bogi Reinert Petersen, Karl Løkin, Ari Ó. Ellingsgaard (Sámal Joensen, 81.) – Gundur E. Petersen, Uros Stojanov

 

Gult kort: Jens Joensen, Jan Ó. Ellingsgaard, Karl Løkin

 

Reytt kort: Bogi Reinert Petersen 37. (beinleiðis reytt)

 

Venjari: Ólavur Larsen

 

 

 

13121055437
Víkingur12741261125
HB1273231924
NSÍ13634221721
B3612552221420
EB/Streymur12336122012
ÍF12327153311
07 Vestur12327143911
B681213813356
TB1202106342

 

14. umfar

 

Hóskvøldið 17. juni

 

HB - TB kl. 18.30

 

Fríggjakvøldið 18. juni

 

NSÍ - B68 kl. 19.00

 

Leygardagin 19. juni

 

EB/Streymur - B36

 

Sunnudagin 20. juni

 

KÍ - ÍF

 

Víkingur - 07 Vestur

 

Aftur í kvøld var Silas Eyðsteinsson sera tryggur millum stólparnar hjá 07 Vestur