Hetta er ikki bara ein spurningur um pengar

Ein máti kann vera, at tess longur bilførarar koma inn í Havnina píkadekkum, tess hægri skal avgjaldið vera, sigur borgarstjórin

Heðin Mortensen, borgarstjóri, og sitandi er tað Annfinn Brekkstein, varaborgarstjóri

##med2##

 

Sum vit skrivaðu um vikuskiftið, vilja býráðslimir í Havn bannað bilførarum at koyra við píkadekkum í Havn. Ella í minsta lagi skulu tey, sum koyra við píkadekkum,  rinda eitt serligt avgjald fyri tað.

 

Heðin Mortensen, borgarstjóri, sigur í tíðindunum á FM1, at vanliga asfalterar Tórshavnar Kommuna fyri fýra milliónir um árið, men í ár verður neyðugt við eini eykajáttan upp á tríggjar milliónir.

 

Støðan er tann, at tað eru teir somu vegirnir mitt í Havnini, sum mugu asfalterast umaftur og umaftur og tí sleppa tey sjáldan nakað serligt út um miðbýin, tí pengarnir strekkja ikki til.

 

Les eisini: Vilja. revsa tey sum koyra við píkadekkum í Havnini

 

Ein stór orsøk til tað er, at tað eru so nógvir bilar, sum koyra við píkadekkum inni í Havnini og gresja asfaltið upp. Tí sær borgarstjórin fyri sær, at bilar, sum koyra við píkadekkum, skulu rinda eitt serligt avgjald. Ein máti at skipa tað upp á, er, at tess nærri bilar koyra miðbýnum við píkum, tess meiri hækkar avgjaldið.

 

Hann sigur, at hetta er eitt mál, sum býráðið nú fer at reisa fyri landsmyndugleikunum, tí sum er, hevur býráðið ikki heimild at banna bilum at koyra við píkadekkum, ella at leggja avgjald á.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr borgarstjóran greiða frá, hví hetta ikki bara er ein spurningur um pengar og um eyka útreiðslur til asfaltering.

 

Heðin Mortensen, borgarstjóri, og sitandi er tað Annfinn Brekkstein, varaborgarstjóri