Spurningurin, hvørt talan er um eina leigu ella eina fíggjarliga leasing, er avgerandi, nú lógaruppskotið hjá Jacob Vestergaard um havrannsóknarskip kemur til viðgerðar í løgtinginum.
Fiskimálaráðið, sum hevur smíðað lógaruppskotið, sigur í viðmerkingunum til sítt egna lógaruppskot, at uppskotið er gjørt út frá tí fortreyt, at talan er um leigu og ikki um fíggjarliga leasing. Tað merkir, sambært ráðnum, at árliga leigan skal takast við sum ein rakstrarútreiðsla í landsroknskapinum á hvørjum ári í leigutíðarskeiðinum.
Men ikki øll eru av somu fatan. Í Sosialinum fríggjadagin setti Jørmann Petersen, statsaut. revisor, indikatiónir uppá fíggjarliga leasing upp ímóti nevnda lógaruppskotoinum hjá landsstýrismanninum.
Sambært Jørmann Petersen peikar leisturin beint ímóti, at talan er um fíggjarliga leasing:
- Tað er lítil og ongin ivi um, at leasingtakarin vil yvirtaka ognina, tá avtalan gongur út. Leasingtíðarskeiðið dekkar stóran part av ”økonomisku livitíðini” hjá skipinum. Nútíðarvirðið av gjaldingunum til leasinggevara svarar stórt sæð til kostvirðið á ognini. Leasaða ognin er so serútgjørd, at bert leasingtakarin kann brúka hana, sigur Jørmann Petersen.
Niðurstøðan hjá statsaut. grannskoðaranum var tí greið:
- Tað eru fleiri viðurskifti, sum benda á, at talan er um fíggjarliga leasing, staðfesti Jørmann Petersen í Sosialinum fríggjadagin.
Tann niðurstøðan merkir á vanligum føroyskum, at øll útreiðslan til havrannsóknarskipið skal útreiðsluførast í landsroknskapin beinanvegin.
Í fíggjarmálaráðnum ynskja tey ikki at gera fleiri viðmerkingar til málið í løtuni.
- Eg vil ikki úttala meg um, hvørt lógaruppskotið um havrannsóknarskip gevur røttu, fíggjarligu myndina, sigur Bjarni Askham Bjarnason, aðalstjóri í fíggjarmálaráðnum.
Aðalstjórin vísir til fíggjarkarmarnar fyri næstu árini, soleiðis sum teir eru lýstir í búskaparfrágreiðingini, ið fylgdu við játtanarkørmunum í fjør. Har er útreiðslan til leigu av havrannsóknarskipi, 12 milliónir krónur um árið, sett inn í fíggjarkarmarnar frá 2016.
Landsgrannskoðarin, Beinta Dam, hevur enn ikki sett seg inn í allar smálutir í samband við lógaruppskotið, og tí vil hon í løtuni ikki gera viðmerkingar til uppskotið. Men hon staðfestir tó turt:
- Fyri tí at viðmerkingar til eitt lógaruppskot siga, at talan er um leigu og ikki leasing, so merkir tað also ikki, at tað neyðturviliga er soleiðis, sigur Beinta Dam.
Í síni grannskoðan av landsroknskapinum fyri fíggjarárið 2004 umrøddi Landsgrannskoðanin ætlaðu og alternativu fíggingina av Hovstunnlinum, ið tá lá í kortinum. Boðskapurin var greiður: Ein fíggjarlóg skal geva eina rættvísa mynd av tí virksemi og teimum bindingum, sum tað almenna átekur sær.
Leasing
Reimund Langgaard er bæði løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin og eisini ein av fýra løgtingsgrannskoðarum. Hann hevur fylgt málinum um havrannsóknarskipið, og hansara niðurstøða er greið:
- Hetta er ikki rætti mátin at gera tingini uppá. Her er eftir míni bestu sannføring talan um fíggjarliga leasing, og tí skal útreiðslan taka við í roknskapin undir einum, og ikki spjaðast yvir fíggjarlógirnar næstu 20 árini, sigur Reimund Langgaard.
Sambært løgtingsmanninum sjálvum hevur hann gjørt sínum egna flokki greitt, hvat hann heldur um alternativa fíggingarleistin, ið landsstýrismaðurin leggur upp til í lógaruppskotinum.
- Eg veit, at onnur í Sambandsflokkinum eru samd við mær í hesum sjónarmiðum, sigur Reimund Langgaard og heldur fram:
- Tað kundi væl hent seg, at eg fari at atkvøða ímóti hesum lógaruppskoti, hóast eg avgjørt haldi, at vit skulu hava eitt nýtt havrannsóknarskip.
Dilemma
Reimund Langgaard vísir á, at tá øll útreiðslan til nýggja havrannsóknarskipið kortini skal førast í landsroknskapin beinanvegin, so reisir tað spurningin, hví tað almenna yvirhøvur skal lata onkran privatan byggja fyri seg.
- Tað kann sjálvandi vera eitt argument, um ein privatur fær munandi inntøkur burtur úr skipinum, tann partin av árinum, tá tað almenna ikki hevur brúk fyri skipinum, og samlaða rokningin fyri tað almenna harvið gerst munandi lægri enn hon annars vildi verið, sigur Reimund Langgaard.
Sambært lógaruppskotinum fær ein privatur eigari ræðisrættin yvir skipinum í tríggjar mánaðir í tíðarskeiðnum frá november til februar.
Løgtingsmaðurin og løgtingsgrannskoðarin sigur seg tó ivast í, um nøkur verulig sparing verður fyri landskassan.
Eitt annað atlit er somuleiðis við til at sannføra Reimund Langgaard um, at leisturin hjá landsstýrismanninum er skeivur:
- Eg eri bangin fyri, at hetta kann skapa fordømi fyri aðrar verkætlanir. Sum politikari kanst tú avrika nógv meira, um tú ikki útreiðsluførir ætlanina beinanvegin, men í smáum bitum yvir eitt 20 ára skeið. Men roknskaparliga hava vit reglur at ganga eftir, sigur Reimund Langgaard.
Hóast hann persóniliga er sannførdur um, at í døminum við havrannsóknarskipinum er talan um fíggjarliga leasing, so heldur løgtingsmaðurin fyri Sambandsflokkin, at serfrøðin skal koma til orðanna:
- Tað skal standa púra greitt, áðrenn løgtingið skal atkvøða um lógaruppskotið, hvørt talan er um fíggjarliga leasing, sigur Reimund Langgaard.
FAKTA – stutt um málið:
Tað er eitt fíggjarligt argument, sum liggur aftanfyri lógaruppskotið hjá Jacob Vestergaard, sum biður løgtingið um loyvi at langtíðarleiga eitt havrannsóknarskip. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur í fleiri umførum sagt seg kunna staðfesta, at politisk undirtøka er ikki í samgonguni fyri at seta neyðugu pengarnar av á fíggjarlógini, soleiðis at fiskivinnutjóðin Føroyar kann byggja ein avloysara fyri 35 ára gamla og niðurslitna Magnus Heinason. Íløgukarmarnir eru ov trongir. Pláss er ikki fyri havrannsóknarskipinum á fíggjarlógini næstu árini.
Tí leggur lógaruppskotið hjá landsstýrismanninum eisini upp til, at løgtingslógin frá juni 2011 um at byggja nýtt havrannsóknarskip fer úr gildi. Í staðin skal landið leiga eitt nýbygt, spildurnýtt havrannsóknarskip frá onkrum privatum, sum hevur hug og pengar til at byggja eitt slíkt skip. Skipið, sum privati skal átaka sær at byggja, er longu projekterað eftir kravspecifikatiónum frá Havstovuni, og landið hevur higartil brúkt góðar átta milliónir til skipið. Lógaruppskotið leggur upp til, at landið leigar skipið í upp til 20 ár. Harvið sleppur landið undan stóru íløguni í eitt tílíkt skip, og tí er pláss til aðrar íløgur. Í hvussu er, soleiðis sum landsstýrismaðurin leggur upp til.
Lógaruppskotið hjá Jacob Vestergaard kemur til 1. viðgerð í løgtinginum í morgin, mikudag.