- Tað er ikki virðiligt
Tað sigur Aleksander Samuelsen, avvarðandi hjá demenssjúkari kvinnu og varalimur í Alzheimer-felagnum. Í tvey ár hevur hann runnið frá Heródisi til Pilatus í eini roynd at fáa hjálp, men higartil hava báðir partar runnið undan.
Bæði kommunnan og Almannaverkið hava víst málið frá sær, tí tey siga, at tað er hin parturin, sum hevur ábyrgdina.
Men nú er Markamótsnevndin komin til ta niðurstøðu, at tað er Almannaverkið sum varar av málinum. Markamótsnevndin er ein nevnd, ið er sett at taka avgerðir um, hvør eigur eitt mál, táið ivi er ímillum Landið og kommunurnar um, hvar eitt mál hoyrir heima.
Les eisini: Landið eigur ábyrgdina
Men tað, Aleksander Samuelsen heldur er óvirðiligt, at nú tað er staðfest, at tað er Almananerkið sum eigur málið, verða tey -enn einaferð, biðin um at venda sær til Almannaverkið.
Í tíðindunum á miðdegi segði Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, nevniliga, at nú Markamótsnevndin er komin til ta niðurstøðu, at demenssjúk undir 67 ár hoyra undir Almannaverkið og ikki kommunurnar, kundu hesi venda sær til almannaverkið.
Hann sigur, at hann hevur ikki gjørt annað í skjótt tvey ár, og nú heldur hann, at Almannaverkið eigur at venda sær til hann.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr, hvat Aleksander Samuelsen heldur um støðuna.