– Hetta er illa umhugsað

– Hetta er eitt stríð millum Runavíkar býráð og Tórshavnar býráð, sigur Jørgen Niclasen um skeltingina, sum bannar stórum lastbilum at koyra gjøgnum Havnina um náttina

– Lógin er púra greið. Tá tað er ein kommunalur vegur, so skulu ferðsluásetingar ella forðingar góðkennast av løgregluni. Er tað ikki góðkent, so er tað ólógligt.

 

Soleiðis sigur Jørgen Niclasen, sum er landsstýrismaður við samferðslumálum. Í dag staðfesti Rani Wardum, politistur, at tað er ólógligt, tá ið Tórshavnar Býráð nú hevur sett skelti upp fyri at banna stórum lastbilum at koyra ígjøgnum Havnina um náttina. 

 

– Sum eg skilji nú, so er tað ikki góðkent av løgregluni. Tað vil siga, at tað er ólógligt. Men hatta er fyrst og fremst eitt mál millum kommununa og løgregluna. Løgreglan er myndugleikin her, sigur Jørgen Niclasen og leggur aftrat, at um ein kæra kemur, so má mann viðgera tað.

 

– Hetta virkar frá býráðnum eitt sindur óumhugsað. Lat okkum kalla ein spaka fyri ein spaka. Hetta er eitt stríð millum Runavíkar býráð og Tórshavnar býráð.

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna, sum Árni Gregersen gjørdi við Jørgen Niclasen á FM1.