Hetta er listaverkið hjá Tróndi á Høganesi

Fyri løtu síðan byrjaði kunningarfundurin í B68-húsinum á Svangaskarði um ætlanina at seta eina standmynd upp á Høganesi.

 

Hóast tað er illveður í kvøld, er nógv fólk møtt í B68-húsinum á Svangaskarði á Toftum til kunnandi fund um eina ætlan at seta upp eitt stórbært listaverk á Høganesi.

In.fo kann nú vísa modellið, sum listamaðurin, Tróndur Patursson, hevur gjørt og sum verður víst fram á kunningarfundinum á Toftum í kvøld.

Modellið, sum sæst á myndini, er ein metur høgt og sum skilst, skal ætlaða listaverkið á Høganesi verða 15 metrar høgt umframt hæddina á fundamentinum.

Á fundinum í kvøld fara stigtakararnir at greiða frá verkætlanini, og Tróndur Patursson fer eisini at greiða frá um listaverkið, sum stigtakararnir ætla at seta upp á Høganesi.

##med2##

##med3##