Hetta er møguleikin at reisa seg

TB hevur bara vunnið ímóti Skála, sum framvegis bíðar eftir fyrsta sigrinum

Tað eru tvey lið, ið higartil í ár ikki hava havt so nógv at fegnast um, sum seinnapartin hittast við Stórá í Trongisvági.

TB hevur einaferð vunnið fulla úrtøku, og Skála hevur ongantíð vunnið fulla úrtøku.

TB sigurin var á Skála 17. juni. Ndende legði TB á odda, tá ið ein tími var farin, og í tíðini, sum dómarin legði aftrat, staðfesti Poul Ingason við brotssparki 2-0 sigurin.

Síðani hevur TB ikki vunnið, hóast avrikini fleiri ferðir hava verið góð og tapini tepur í Klaksvík, Runavík og Fuglafirði. Stórt vónbrot var tað fyri einari viku síðani, tá ið tað á heimavølli endaði við 1-0 tapi ímóti EB/Streymi.

Samudeen Musah er tøkur aftur eftir leikbann. Jens Erik Bruhn er leikbannaður, og Musah Armah er skaddur í knænum.

Síðani Sorin Anghel varð venjari á Skála, er tað endað við 6-0 tapi á heimavølli ímóti KÍ og 1-1 javnleiki á Argjum.

Hóast Skála bara hevur tvey stig, so er møguleikin at vinna seg av aftasta plássi ikki burtur, tí tað eru fimm stig fram til AB og TB. Skal tað eydnast, so man lítil ivi vera um, at tað verður neyðugt seinnapartin at vinna við Stórá. Næstu ferðirnar skal Skála spæla ímóti KÍ, Víkingi, ÍF, NSÍ og HB umframt dystin ímóti B36, sum varð útsettur orsakað av koronu.

Hjá Skála eru allir tøkir uttan Niels Pauli Danielsen, sum er leikbannaður.