Mikudagin 1. mars klokkan 13 verður spakin settur í lendið í Fuglafirði, har nýggi barnaskúlin skal byggjast. Fuglfirðingar siga sjálvir, at hetta verður meira enn ein skúli. Nýggi barnaskúlin skal byggjast á økinum við verandi skúla.
Tað er Fuglafjarðar kommuna, sum stendur aftan fyri hátíðarhaldið, sum verður mikudagin. Borgarstjórin, Sonni á Horni, fer at bjóða vælkomin, og saman við 1. floks næmingum fer hann at seta spakan í.
Í sambandi við tiltakið, bjóðar Fuglafjarðar kommuna eisini inn í fimleikarhøllina, har okkurt gott verður til góman, og her fer Ólavur Thomsen, skúlastjóri, at siga nøkur orð. Umboð fyri næmingarnar fer eisini at siga nøkur orð.
Rúni Abrahamsen og Heidi Poulsen fyri MAP arkitektum fara at greiða frá verkætlanini, og øll eru hjartaliga vælkomin til hesa hátíðarløtu.
- Nýggi barnaskúlin verður liðugur á sumri í 2020, og við nýggja skúlanum fáa vit meira enn ein skúla. Hetta verður ein nútíðarskúli, har vitan og mentan birta undir forvitni og langtan eftir lærdómi.
Í Fuglafjarðar kommunu vita tey at siga, at samlaði kostnaðurin fyri verkætlanina er mettur til 101 miljónir krónur.