Hetta er møguleikin hjá Klæminti

TB er í dag fyri triðju seinastu ferð norðanfyri og spælir í bestu deildini

Hjá TB hevur tað gingið so illa í ár, sum tað ongantíð áður hevur gjørt, tá ið aldursforsetin hevur verið í bestu deildini. Hjá NSÍ hevur tað ikki gingið væl. Fyri stórum tveimum vikum síðani endaði tað við 2-0 tapi í Klaksvík, hóast avrikið var gott, og fyri einari viku síðani endaði tað – eftir rættiliga soltið avrik – við 4-0 tapi ímóti HB í Gundadali.

 

Í dag hevur NSÍ møguleika at pynta um málmunin, sum bara er +3. Tað plagar ofta at roynast væl ímóti teimum niðaru á talvuni. Fyrr í ár hevur NSÍ vunnið 3-0 á heimavølli og 2-0 á útivølli ímóti TB.

 

Higartil hevur Klæmint A. Olsen skorað níggju mál í landskappingini. Tað eru væl færri mál, enn hann plagar at skora. Tað plagar at liggja væl fyri hjá Klæminti ímóti veikaru liðunum. Tí eru kanska vánir fyri, at hann í dag fer at lyfta seg longur upp á máltindin fyri 2021.

 

TB er tvær ferðir fyrr í ár farið úr Eysturoy við úrstøku – eftir javnleikir á Toftum og í Fuglafirði. Tá ið dysturin í dag verður av, eigur TB tveir dystir á útivølli eftir í ár – í Hólmanum á Eiði og á Svangaskarði á Toftum.

 

Verjuspælarin Jákup Jakobsen er ikki tøkur hjá NSÍ. Hann hevur brotið eina tá.

 

Hjá TB er Jens Erik Bruhn tøkur aftur eftir leikbann. Nú er Ndende Adama Guéye leikbannaður.