Hetta er nýggi spælarin hjá HB

Ein danskari verður kunngjørdur í dag – makedóni svarar í morgin

HB kunnger í kvøld Martin Bergvold sum nýggjan spælara í felagnum. Hann er komin til landið í dag og venur við í dag. Eftir venjingina hevur HB bjóðað til tíðindafund.

 

Les eisini: Hesir skulu vinna FM fyri HB

 

Sigfríður S. Clementsen, venjari hjá HB, hevur eftirlýst einum verjukendum miðvallara. Tí hevur Martin Bergvold verið raðfestur høgt. Verjukendi miðvallarin hevur royndir úr bæði Seriu A, har hann einn tíðarskeið spældi við Livorno, umframt at hann hevur spælt við FCK.

 

Les eisini: Martin Bergvold í Føroyum

 

HB er eisini í samráðingum við Viborg, um at leiga Aleksandar Stankov. Hann er úr Makedonia og kann spæla á teimum fremstu plássunum. Sum skilst, so er hann tilætlaður einum vongplássi í HB. Sum skilst, so er tað nú upp til spælaran sjálvan at avgera, um hann tekur av tilboðnum hjá HB, um at blíva útleigaður. Hann hevur fingið freist til í morgin.