Fyri lítlari løtu síðani varð kunngjørt, hvussu nýggja landsstýrið sær út.
Nógv hevur verið tjakast um hetta, og nógv hevur verið gitt um, hvør skal manna hvørt ráðið.
Onkrir flokkar høvdu longu gjørt av, hvør skuldi í landsstýrið, men ikki fyrrenn nú er greitt, hvussu skipað er.
Og skipanin er henda:
Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður
Bjørn Kalsø, mentamál
Johan Dahl, vinnumál
Jørgen Niclasen, fíggjarmál
Annika Olsen, almannamál
Jákup Mikkelsen, fiskivinnumál
Kári P. Højgaard, innlendismál
Karsten Hansen, heilsumál.
Fyrsti tingfundur hjá nýggju samgonguni undir leiðslu av nýggja tingformanninum, Jógvan á Lakjuni, verður seinnapartin í morgin.
Á fundinum í Tinganesi segði Kaj Leo eisini farvæl við landsstýrisfólkini Aksel V. Johannsen, John Johannesen, Rósu Samuelsen og Helenu Dam á Neystabø.
(Mynd: Nýggja landsstýrið sum tekur við í dag (Mynd: Álvur Haraldsen))