Hetta er nakað heilt annað

Upprunaliga var ætlanin at byggja sjúkrahúsið út fyri 60 milliónir, men tað endaði við einum neyðareggi

Hetta er ikki tað, vit hava tikið undir við.

Tað staðfestir Gunvá við Keldu, býráðslimur í Klaksvík.

 

Ósemja hevur tikið seg upp um ætlanina at flyta læknamiðstøðina oman í røktarheimið við Klaksvíkar Sjúkrahús og at brúka 15 milliónir til endamálið. Tvey av teimum, sum serliga hava vent sær ímóti ætlanini, eru nettupp Gunvá við Keldu og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, løgtingskvinna, og fyrrverandi býráðslimur.

 

Tað skilur Jógvan Skorheim, løgtingsmaður fyri Sjálvstýri, og borgarstjóri í Klaksvík, einki av, tí hann sigur, at tær hava báðar tikið undir við hesi ætlanini so tíðliga sum í 2010.

 

Men Gunvá við Keldu sigur, at talan er um heilt hvør sítt mál.

 

Málið, sum varð løgd fyri býráðið, var ein ætlan um at byggja sjúkrahúsið út fyri 60 milliónir krónur, og at savna fleiri tænastur undir sama taki. Hon sigur, at talan var um at byggja sjúkrahúsið út og at gera tað nógv størri, og talan var um, at tað eisini skuldi umfata kommunulæknar, apotek, røntgen, almannaverk, skaðastovu, endurvenjing, hjálpartól, heilsutrygd, og annað.

 

Gunvá við Keldu sigur, at tað var ein ætlan, býráðið tá varð sinnað at arbeiða víðari við. Men hon sigur eisini, at tá ið avtornaði, endaði hendan stórfingna ætlanin við einum neyðareggi, har 15 milliónir vórðu játtaðar til endamálið.

 

– Hesin peningurin rakk ikki til nakra útbygging, men hann varð brúktur til umvælingar og ábøtur, sum vóru hart tiltrongdar á sjúkrahúsinum og tí kann ætlanin, sum nú fyriliggur, ikki samanberast við upprunaligu ætlanina, sigur Gunvá við Keldu.

 

Hon átalar eisini Jógvan Skorheim fyri ,at hann ger eina avtalu sum hesa við samgonguna, uttan at tað er viðgjørt í býráðnum.

 

Trýst HER og les meiri um, hvussu Gunvá við Keldu vísir páhaldinum hjá borgarstjóranum aftur.