- Sambandsflokkurin tosar við fleiri tungum. Í síðstu viku vildi ein samd tingmanning hava Jørgen Niclasen frá, í gjár søgdu tey, at síðsta orðið ikki var sagt, og nú stuðla tey fult og heilt løgmanni. Hetta skaðar Sambandsflokkin ómetaliga nógv, sigur Justines Eidesgaard, viðmerkjari og fyrrverandi valevni Sambandsfloksins.
Tað kann helst tykjast ørkymlandi, at tingmanningin hjá Sambandsflokkinum broytir hugsan í málinum um Jørgen Niclasen frá degi til dags.
Í farnu viku heitti ein samd tingmanning á Kaj Leo Holm Johannesen, um at koyra Jørgen Niclasen úr starvi.
Í gjár søgdu Helgi Abrahamsen, Reimund Langgaard, Bárður Nielsen og Eivin Jacobsen, at síðsta orðið í hesum máli ikki var sagt, og at teir vóru vónbrotnir av tí støðu, sum løgmaður hevur tikið.
Í dag hevur Sambandsflokkurin so havt fund á Gamla Apoteki, og nú er støðan ein onnur. Allir sum ein vísa teir til formannin, og hann sigur, at nú hevur flokkurin valt at vera samdur um at vera ósamdur, og at hyggja frameftir.
- Sum sambandsmaður haldi eg hendan støðan er skaðilig fyri flokkin. Skal eg trúgva tí, sum tingmanningin helt í síðstu viku, í gjár ella í dag, spyr Justines Eidesgaard.
Hann heldur, at løgmaður átti at hava loyst Jørgen Niclasen úr starvi, tí nú er tollmálið hjá Jørgeni Niclasen vorðið ein trupulleiki hjá Sambandsflokkinum.
Eingin av tingmanningini vil gera viðmerkingar til teirra nýggju støðu í kvøld.