Hetta er ólógligt av Tórshavnar Býráð

Nýggju skeltini um forboð fyri at koyra við lastbilum um náttina, eru bæði ólóglig - og skeiv, sigur løgreglan

Hetta hevur borgarstjórin ikki loyvi til - og annars eru skeltini skeiv, sigur løgreglan

Tað er ólógligt, tá ið Tórshavnar Býráð nú hevur sett skelti upp fyri at banna stórum lastbilum at koyra ígjøgnum Havnina um náttina. Tað staðfestir Rani Wardum løgreglumaður og limur í ferðslunevndini hjá Tórshavnar Býráð.

 

Tað var í gjár, at Tórshavnar Býráð boðaði frá, at nú er forboð sett fyri at koyra ígjøgnum Havnina við stórum lastbilum frá klokkan 22 um kvøldið til klokkan sjey á morgni, og sunnudag er slett ikki loyvt at koyra yvirhøvur.

 

Heðin Mortensen, borgarstjóri, segði, at býráðslimir hava fingið nógvar ákoyringarnar frá fólki  sum klaga um dálking, larm, dun og ristingar um náttina, eisini sunnudagar og halgidagar. Hann sigur, at ferðsluteljingar vísa, at á Velbastaðvegnum og á Norðara Ringvegi, koyra í minsta lagi 40 stórir lastbilar hvørja nátt – onkuntíð upp í 10 lastbilar um tíman. Og tí hevur býráðið nú sett forboð fyri tí.

 

Rani Wardum sigur, at her er ikki farið fram eftir bókini og at skeltini eru ólóglig. Hann sigur, at fyri tað fyrsta eru skeltini skeiv, tí tey vísa, at tað er ólógligt at koyra við lastbilum við viðfestisvognum, men tað er ikki bilar við viðfestisvognum, sum koyra ígjøgnum Havnina. Og sum tað skilst, hava lastbilar eisini koyrt í nátt, akkurát, sum teir plaga.

 

Men Rani Wardum sigur, at slík skelti kunnu ikki setast upp, uttan í samráð við løgregluna, og hesi skeltini eru ikki sett upp í samráð við løgregluna. Hann sigur, at málið hevur verið til umrøðu, men løgreglan góðtók ikki, at skeltini vórðu sett upp og tískil eru tey ikki í samsvari við ásetingarnar í ferðslulógini. Hann leggur afturat, at er ósemja ímillum býráðið og løgregluna, er tað landsstýrið, sum hevur endaligu avgerðina. 

 

Rani Wardum sigur, at ein ætlan um at forbjóða stórum lastbilum at koyra ígjøgnum Havnina um náttina, reisir nógvar spurningar. Hann heldur, at tað ber ikki til at seta forboð fyri koyring við lastbilum um náttina nú, og so avtaka forboðið aftur, tá ið stórir lastbilar skulu brúkast í sambandi við asfaltering um náttina.

 

Og hvat við ruskbilunum og samstundis eru stórarbeiði ígongd við Sandoyartunlinum og grót verður koyrt av Gomlurætt til Runavíkar í sambandi við havnarútbygging. Fáa tey bara arbeitt helvtina av tíðini, er tað skilligt, at tað fer at fáa stórar, fíggjarligar avleiðingar.

 

Rani Wardum leggur afturat, at kunnu lastbilar ikki koyra um náttina, má øll koyringin vera um dagin ístaðin og hann ivast í, hvussu heppið tað er at hava eitt stórt tal á lastbilum koyrandi ígjøgnum Havnina um dagin, tá ið nógv ferðsla er frammanundan, bæði bilar, fólk til gongu, børn og vaksin á súkklu og til gongu.

 

 Men nú fara tey at viðgera málið, og so verður støða tikin til, hvussu farast skal fram, leggur hann afturat

 

Hetta hevur borgarstjórin ikki loyvi til - og annars eru skeltini skeiv, sigur løgreglan