Fimti flokkur av Tofta skúla var mánadagin og týsdagin í starvsvenjing. Ikki rættari starvsvenjing sum vit kenna tað frá framhaldsdeildini, men í mini-praktikk, sum tað verður kallað.
11 ára gamli Beinir Túgvustein av Nesi hevur ein pápabeiggja í Klaksvík, sum starvast á Vegadeildini hjá Klaksvíkar Kommunu. Og honum ynskti Beinir at sleppa at fylgja í tveir dagar. Hóast tað bar til hjá honum at fara í tvey ymisk støð hesar dagarnar, so valdi hann heldur at fylgja einum.
? Hetta er ordiliga stuttligt, sigur Beinir, meðan pápabeiggi hansara fyllir asfalt í eitt hol í vegnum við Kósavirkið. Beinanvegin tekur Beinir eina rívu og byrjar at slætta asfaltið út. Síðani starta teir maskinuna, og Beinir tekur hana so og slættar alt asfaltið út. Annars hevur Beinir gjørt ymiskt annað fyrifallandi arbeiði á vegadeildini, og hann hevur verið við pápabeiggjanum frá klokkan tíggju á morgni og inntil dagurin er liðugur. Hann hevði væl kunnað hugsað sær at roynt okkurt líknandi aftur.
Leif Danielsen, pápabeiggi Beinir, sigur, at tað hevur riggað avbera væl at hava ein ungan drong við.
? Hann hevur roynt eitt sindur av hvørjum, og hann er bara raskur, sigur hann.
Hetta er tann seinni dagurin í mini-praktikkini hjá Beini, so skal hann aftur í skúla á Toftum.
Mini-praktikk
Tað er Elisabeth Poulsen, sum er flokslærari hjá Beinir og hinum, sum hevur tikið stig til tiltakið, og hetta er ikki henni vitandi roynt áður í Føroyum, at so lítil børn fara í starvsvenjing.
? Børnini tóku sera væl ímóti hugskotinum, og eg haldi, at tey vóru erpin av at vera tey fyrstu, sum royna hetta, sigur Elisabeth.
Hon hevur arbeitt í Danmark og hevur tikið hetta hugskot heim við sær.
fimta flokkinum hjá henni arbeiða tey eftir einum hátti, sum verður nevndur port folio. Tað vil siga, at børnini sjálvi eru við til at tilrættisleggja teirra arbeiðsviku ? eina í senn ? og tey skulu seta sær ymisk mál, sum tey skulu náa. Tá vikan so er av, verður eftirmeting, og tá skulu næmingarnir vísa ymiskt fram, sum vísir, at tey hava nátt teirra máli.
? Sjálvandi verður alt gjørt í samráð við læraran, sum vegleiðir teimum í øllum, sigur Elisabeth. Og til tíðir er tað ymiskt, hvussu tað gongur hjá børnunum, men arbeiðshátturin hevur víst seg at vera vælegnaður til tey kortini.
Og mini-praktikkin er ein partur av hesum. Nú er hon av, og tá tey hittast aftur í skúlanum, fara tey at hava eina framløgu um dagarnar fyri hinum floksfeløgunum. Onkur hevur valt at taka upp á sjónband, og onnur hava tikið myndir.
? Vit gleða okkum til at síggja, hvat tey hava fingið burturúr, sigur Elisabeth, sum fegnast um, at undirtøkan fyri hesum hugskotinum var so góð allastaðni.
Tey arbeiddu við hugskotinum í ein tíð, áðrenn tey løgdu tað fram fyri næmingunum, sum dámdi tað avbera væl. Síðani greiddu tey foreldrunum frá, og í felag funnu børn og foreldur ein persón, sum kundi hava ábyrgdina av einum fimtafloksnæmingi í tveir dagar á sínum arbeiðsplássi.
? Eitt arbeiðspláss kann ikki átaka sær ábyrgdina av einum so ungum barni, og tí gjørdu vit av, at tað skuldi vera ein persónur. Og hjá teimum flestu er tað ein, sum tey eru í familju við, greiðir Elisabeth frá.
Endamálið við mini-praktikkini er, at børnini skulu kunna síggja, hvussu tað er á einum arbeiðsplássi.
? Tað er stuttligt hjá teimum at síggja tað við teirra egnu eygum, og harvið finna tey eisini út av, at tað gevur meining at brúka síni evni í skúlanum, sigur Elisabeth.
Av øðrum støðum sum næmingar valdu at fara kunnu nevnast, at onkur fór í barnagarð, onkur til Atlantsflog og onkur til ein bónda á Trøllanesi. So ikki kann annað sigast enn, at tey eru farin víða um.