Hetta er orsøkin til at Smyril ikki fær siglt í dag

Líkindini at sigla eru sera góð, men tað er inni í ferjulegunum, at vandin lúrir, sigur skiparin

Smyril á veg fram við Argjalandinum á veg suður á Krambatanga. Myndina tók John Martin Olsen

Í gjár boðaði Strandferðslan frá, at tað er so nógvur vindur, at vit kunnu vænta, at ólag verður á siglingini hjá Smyrli bæði í dag, og hesar næstu dagarnar. Og tað gekk sjón fyri søgn, tí tá ið Smyril hevði var komin suður aftur eftir at hava verið norðuri í Havn í morgun, varð hann lagdur og sostatt er túrurin mitt í dag avlýstur. Hinvegin so verður siglt aftur í kvøld eftir ferðaætlanini.

 

Hetta hevur fingið fólk at undrast, tí hann er útsynningur í ættini og tá eru bestu líkindi at sigla. Niels Harald Michelsen, skipari á Smyrli, sigur eisini, at tað eru bestu líkindi at sigla, tí hann rørdist næstan ikki á túrinum í morgun. Men hann leggur dent á, at tað er heldur ikki sjálv siglingin, sum er trupulleikin. Hann sigur nevniliga, at tað er inni í ferjulegunum á Krambatanga, og í Havn, at vandin lúrir.

 

Hann sigur, at tá ið hann er útsynningi, sum tað er nú, kann veðrið verða sera lumpisligt á Krambatanga. Veðurtíðindini siga frá miðal vindinum. Og er miðal vindurin einar 16 - 18 metrar um sekundið av útsynningi, kann vera stilli í nakrar minuttir á Krambatanga. Men so koma nakrar harðar hvirlur brádliga oman á Oyrnafjalli og tær kunnu vera 30 - 40 metrar um sekundið.

 

– Fær Smyril eina slíka hvirlu inn á síðuna, fer hann sum ein pappeskja eftir sjónum, sum skiparin so rámandi tekur til. Hann sigur, at tá ið Smyril siglur í fullari ferð, bítur vindur næstan ikki á, men tá ið hann siglur við ógviliga lítlari ferð, ella mestsum liggur stillur tí hann skal leggja at, ella fara frá kei, er hann meiri viðbrekin.

 

– Fær Smyril eina hvirlu upp á 20 metrar um sekundið inn á síðuna inni í hylinum í Tórshavnar Havn, ella á Krambatanga, gongur akkurát at halda hann upp ímóti. Men rakar eina hvirlja upp á 25 metrar um sekundið inn á síðuna á Smyrli, er einki at gera, tí tá verður hann tikin av vindi, og so vit missa tamarhaldið á støðuni. Avleiðingin kann vera, at Smyril fer á land. Harafturat er tað mangan trongligt av skipum í Tórshavnar Havn og tá er upp aftur minni at geva av. 

 

Fyrr í dag segði hann 16 metrar um sekundið, men 24 metrar um sekundið í hvirlunum.  Fær Smyril eina slíka hvirlu á seg inni í einum havnarlagið, verður hann tikin av vindinum, tí tá klári eg ikki at halda honum, sigur Niels Harald Michelsen.

 

Hann minnir eisini á, at á molanum á Krambatanga eru teir síðstu 20 metrarnar grótkast og verður Smyril tikin av vindi, er vandi fyri at enda í grótkastinum og so verður galið. Í so hørðum hvirlum inn á síðuna, kann tað eisini verða ein trupulleiki at sleppa frá bryggju aftur, sigur skiparin.

 

– Tað, sum alla tíðina liggur fremst í okkara hugaheimi er, at fær Smyril skaða á skrúvurnar, ella á botnin, má hann takast úr sigling, og hann má av landinum á beding, sigur skiparin. Og so liggja allir suðuroyingar við ongum ferðafólkaskipi í rúma tíð og tað hevði verið ein vanlukka.

 

Niels Harald Michelsen sigur, at tey eisini hugsa um, er, at ein dag sum í dag, siglur Smyril tríggjar túrar og tá metir hann, at tað er ráðiligt at ein túrur lagdur burtur ímillum. Vit leggja stóran dent á at boða frá broytingum í so mikið góðari tíð, at fólk, sum skulu við Smyrli, ikki skulu liggja beinleiðis veðurføst, men at tey altíð kunnu fara ein túr áðrenn tey upprunaliga ætlaðu.

 

Og sum tað sær út beint nú, verða eisini avlýsingar, bæði í morgin og mikudagin, tí hann sigur frá so nógvum vindi. Í morgin er ætlanin at sigla fyrsta túrin norður um morgunin og suðuraftur nokk so skjótt, og so verður ikki siglt meiri í morgin. Mikudagin verður so nógvur vindur um morgunin og út á fyrrapartin, so sum tað sær út nú, verður ikki siglt mikumorgunin, men ætlanin er so at sigla seinnapartin.

 

Skiparin sigur, at enn er endalig støða ikki tikin, tí veðrið broytist ógvuliga skjótt. Men hann sigur, at nærri boð koma nú seinnapartin í dag.

 

Smyril á veg fram við Argjalandinum á veg suður á Krambatanga. Myndina tók John Martin Olsen