Politikkurin hjá samgonguni er ótolandi fyri vinnuna.
Tað staðfestir Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Nú felagið hevur havt aðalfund, nýta tey høvi til at vísa á, at ávara ímóti førda politikkinum á vinnuliga økinum.
- Umstøðurnar hjá vinnuni eru ótolandi, tí fortreytirnar broytast hvørt ár, og óvissan um, hvussu skipanin verður komandi ár er stór, sigur Arbeiðsgevarafelagið.
Felagið vísir á, at seinastu árini hevur løgtingið álagt fiski- og alivinnuni alsamt fleiri og hægri tilfeingisgjøld og loyvisgjøld.
- Í 2010 samtykti løgtingið ein eykaskatt á 2,5 prosent av yvirskoti omanfyri eina millión krónur, og harafturat er seinastu árini álagt eitt kilogjald á fiskasløgini sild og makrel.
- Kilogjaldið á sild og makrel hevur verið broytt fleiri ferðir hesi árini, og leisturin hevur ongantíð verið hin sami.
Í fjør samtykti løgtingið síðani at hækka eyka skattin upp í sjey prosent fyri fiski- og alivinnuna og aftur í ár eru kilogjøldini hækkað.
Hóast sagt varð, at hetta kilogjaldi var ein fyribils loysn, til ein varðandi loysn varð funnin, er hetta landsins lóg, ið vinnufeløgini mugu virka undir.
- Eingin veit við vissu, hvat møguliga kemur ístaðin, ella um hesin eykaskatturin framhaldandi verður galdandi fyri fiskivinnuna.
- Higartil hevur skipanin ár um ár ongantíð verið hin sama. Hetta eru ótolandi umstøður hjá vinnuni at arbeiða undir, tí fortreytirnar broytast hvørt ár, og óvissan um, hvussu skipanin verður komandi ár er stór, sigur Føroya Arbeiðsgevarfelag.
Felagið heldur at fyritøkurnar í alivinnuni og fiskivinnuni á sjógvi og landi, kunnu ikki liva við, at skipanin soleiðis verður broytt hvørt ár, tí tað ger tað torført hjá teimum at leggja virksemi til rættis.
Skrúva við ongum enda
Føroya Arbeiðsgevarafelag staðfeastir, at gongdin seinastu árini hevur víst, at gjøldini og eykaskatturin alsamt eru hækkað.
- Tí er vandi fyri, at hetta gerst ein inntøkukelda, sum verður nýtt hvørja ferð landskassanum tørvar pening.
- Søgan hevur lært okkum, at tá landskassin einaferð er farin at krevja stórar upphæddir inn í gjøldum, verða tey verandi partur av inntøkugrundarlagi landskassans, sigur Arbeiðsgevarafelagið.
- Tí óttast Føroya Arbeiðsgevarafelag fyri, at hesi gjøldini hækka uttan fyrilit fyri gongdini í vinnulívinum, men bert við fyriliti fyri javnvág á fíggjarlógini.
- Hetta er gjørt uttan, at stig eru tikin til at avtaka skattalættan til sjófólk, soleiðis sum felagið hevur mælt til.
- Hetta heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag verða sera óheppið.
Arbeiðsgevarafelagið staðfestir, at tað hevur stóran týdning fyri føroyskt vinnulív at kunna kappast á jøvnum føti við onnur á heimsmarknaðinum. Tí er tað ikki ein haldgóð støða, at føroyskt vinnulív verður skattað munandi harðari enn aðrastaðni.
Somuleiðis heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag, at nú loyvisgjøld og tilfeingisgjøld eru innførd, hevði einasta rætta verið, at sett peningin frá tilfeingisgjøldum í ein búskapargrunn.