Hetta er púra vandaleyst fyri tey sum búgva í Kaldbak

Hetta er tað besta staðið at byggja á, sigur Landsverk

Asfaltverkið á Sundi lýkur tey strangastu umhvørviskrøvini. Einki verður latið á sjógv og tann hvíti roykurin úr skorsteininum er næsta 100 prosent dampur. Tað sigur Landsverk, nú løgtingið fer at atkvøða um eitt uppskot um at játta pening til at gera eitt nýtt asfaltverk á Sundi.

 

Tað eru tey í Kaldbak alt annað enn fegin um. Uppskotið hevur verið til viðgerar í fíggjar nevndini hjá Løgtinginum og har verður víst á, at hví kaldbaksfólk eru so ótrygg við støðuna.

 

Les meiri her: Hetta vera fólk í Kaldbak neyvan fegin um

 

Landsverk sigur í eini viðmerking, at endamálið er at miðsavna alla framleiðsluna av asfalti á Sundi. Tey siga, at bæði fyri Landsverk, fyri vinnuna og fyri samfelagið, er hetta besta plássið í Føroyum til endamálið.

 

Á Sundi liggur tað betri viðvíkjandi veðri enn núverandi asfaltverk í Hundarabotni. Tað er eisini lættari at koma til og frá, og tað krevur minni orku at koma til og frá við tilfari til verkið enn at koyra koyra í Hundsarabotn. Úrslitið verður eitt nýmótans asfaltverk, ið lýkur øll krøv, sigur Landsverk.

 

Eitt, sum kaldbaksfólk gremja seg um, er at tað stendst ramur roykur av tjøru frá asfaltverkinum. Men Landsverk sigur, at má vera ein misskiljing, tí tjøra verður ikki brúkt í asfalti í Føroyum. Tey stúra eisini fyri bitumen, sum verður brúkt at gera asfalt, tí illgruni er um, at tað kann elva til Krabbamein. Eisini tí vísir Landsverk aftur.

 

– Eyðkendi lukturin frá bitumen merkist serliga, tá asfaltið verður lagt á vegirnar og tá ið tað verður fylt í bilarnar. Í høvuðsheitum er asfalt er 95 prosent steintilfar og fimm prosent bitumen, sigur Landsverk. Tey siga eisini, at The International Agency for Research on Cancer (IARC) bólkar bitumen í bólk 2B. Sostatt er Bitumen í sama bólki sum Aloe Vera, og tískil er ikki talan um eitt evni, sum er vandamikið.

 

– Tað verður mett at vera vandaleyst at arbeiða við asfalti. Tá má vandin sigast at vera enn minni fyri tey, sum búgva ein kilometur burtur frá, sigur Landsverk. Fólk í Kaldbak halda eisini at asfaltverkið misprýðir náttúruna á Kaldbaksfirði. Men skulu vit hava eitt asfaltverk, so má tað vera onkustaðni í Føroyum, sigur Landsverk.