Ærnar viga í ár 3,1 kilo meira í miðal í livandi vekt, enn tær gjørdu um somu tíð í fjør, vísa viðingar, sum Búnaðarstovan gjørdi í Heygshaga fyri eini viku síðani, tá tey eisini góvu seyðinum heilivág.
Í mars mánaði í fjør vigaðu ærnar í miðal 42,4 kilo, men í ár er miðalvektin 45,8 kilo, nú ein lítil mánaði er, til lembingin kann væntast at byrja.
Jens Ivan í Gerðinum, sum er landbúnaðarráðgevi á Búnaðarstovuni í Kollafirði, letur væl at, og greiddi í Rás 2 frá,
- Árið í fjør var allarhelst tað ringasta í mannaminni, í øllum førum síðani 1979, og til samanberingar er tað ikki eitt ár, sum kann brúkast til nakað sum helst. Man má bara vóna, at tað er langt ímillum sovorðin ár.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna við Jens Ivan í Gerðinum.
Les eisini Viga 3,1 kilo meiri enn í fjør