Eru reglurnar í revsilógini nóg greiðar, ella er ætlanin at broyta tær, so at eingin ivi verður. Tað vil Annika Olsen, tingkvinna fyri Fólkaflokkin, nú hava at vita frá løgmanni.
Í einum máli um pedofili, sum hevur verið nógv umrødd seinastu dagarnar, varð ein maður dømdur í trý ára fongsul fyri kynsligan ágang móti trimum børnum. Í tí sambandi kom tað fram, at ein av orsøkunum til, at dómurin var so linur, at viðmerkingarnar til revsilógina um, hvussu revsingin skal tulkast og setast, ikki eru nóg greiðar
Nú hevur so Annika Olsen reist málið á Løgtingið, har hon setir løgmanni nakrar spurningar, sum hann skal greiða Løgtinginum frá. Í hesum sambandi skal løgmaður greiða frá um hann heldur, at viðmerkingarnar til lógina eru nóg greiðar, ella um hann ætlar at broyta tær, so at eingin ivi verður.
Tað er sera álvarsligt, at tað kan sáast ivi um, sjálva revsingina tí at viðmerkingarnar ikki eru nóg greiðar, heldur Annika Olsen.
– Kynslig brotsverk skulu revsast hart - og serliga hart tá ið talan er um børn, og tað skal ongin ivi verða um hetta í okkara revsilóg, sigur hon.