- Hetta er simpelthen so stórt

Hjúnini Vera og Jonhard Larsen í Klaksvík meldaðu til Royal Run áðrenn krúnprinsurin.

- Hetta er simpelthen so stórt, sigur Vera í morgun.

 

Tað gjørdist alment í morgun, men í gjárkvøldið fingu rennararnir úr Klaksvík boðini. Royal Run byrjar í ár í Klaksvík.

 

Og fert tú inn á heimasíðuna royalrun.dk, og hyggur eftir luttøkulistanum fyri føroyska tiltakinum, so sæst, at verturin sjálvur – krúnprinsurin – er nummar fýra á tilmeldingarlistanum. Nummar eitt og tvey eru hjúnini Jonhard og Vera Larsen í Klaksvík. Og Vera hevur eina serstaka søgu við Royal Run.

 

Les eisini: Krúnprinsurin: Eg tók tey upp á orðið 

 

Seinastu mongu árini hava fleiri vinapør hjá Veru og Jonhard verið til alskyns rennitiltøk í fleiri ymiskum londum, men tá ið Royal Run tiltakið skuldi rennast í Danmark, vóru tað bara konurnar, sum fóru at renna – menninir tímdu ikki við.

 

- Vit hildu tað var skeg, at vit skuldu fara at renna við einum sjeiki sum Frederik. Men tað tímdu menninir ikki, sigur Vera Larsen um fyrstu ferð tær vóru við í Royal Run.

 

Tá ið so krúnprinsavitjanin var á skránni í august í fjør, kom ein heldur spontan áheitan á Veru og vinkonur hennara, um at lata seg í bláu rennutroyggjurnar, taka heiðursmerkini um hálsin, og stilla seg saman at taka ímóti royalu gestunum.

 

- Tá hann kom til okkara steðgaði hann upp, tók í hondina á okkum og prátaði, sigur Vera Larsen. Tær gjørdu ikki mætari enn at bjóða honum at koma at renna við í Klaksvík, tá ið tær fóru at renna hálvmarathon í summar. Men krúnprinsurin gjørdi eitt betur – hann tók sína egnu rennikapping við til Klaksvíkar.

 

 

Les eisini: Her fingu tey kongaligu innbjóðingina

 

 

- Hetta er simpelthen so stórt. Vit hava øll meldað okkum til, og nú koma menninir eisini við, sigur Vera Larsen, sum væntar, at hetta verður minst líka stórt, sum tá ið tað varð runnið gjøgnum undirsjóðartunnilin. Tá vóru 3000 rennarar við.

 

Skulu vit meta eftir áhuganum í morgun, so verða tey ivaleyst nógv, sum renna við, tá ið krúnprinsnurin kemur til Klaksvíkar. Tí longu nú bert fáar tímar eftir rennitiltakið gjørdist alment, eru fleiri enn 300 fólk, sum hava meldað seg til.