Hetta er óskiljandi

Føroyingar skulu sleppa dreyminum um at verða oljuland

Føroyingar skulu sleppa øllum dreymum um at verða oljuland.

 

Tað halda tey Føroya Náttúru- og umhvørvisverndarfelag, FNU.

 

Løgtingið hevur akkurát samtykt at fáa oljufeløg til at leita eftir olju undir Føroyum. 

 

Men í eini áheitan á Løgtingið, minna tey í FNU, á at Føroyar hava skrivað undir París-sáttmálan, sum bindur okkum til at minka um útlátið av vandamiklum evnum.

 

Tí er tað óskiljandi, at løgtingslimir lata hurðina standa á víðan vegg fyri at fáa oljufeløg henda vegin at leita eftir olju, siga tey í FNU.

 

Tey halda, at løgtingslimir eiga at verið fullgreiðir yvir tær mongu umhvørvisavleiðingarnar, sum standast av at vit brúka olju og kol.

 

Tey í Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag fer átala hesa líkasælu staðiliga, og heita samstundis á løgtingslimir um at endurskoða støðu sína til oljuleiting undir Føroyum.

 

Veðurlagsbroytingar raka meint, og í ávísum pørtum av heiminum, eru búskaparligu avleiðingarnar so ringar, at lond detta sundur, siga tey

 

Tí skal París-sáttmálin, sum Føroyar hava samtykt og sum bindur okkum til at minka um nýtsluna av lívrunnum brennievni, takast í álvara, leggja tey afturat.

 

 

Tey halda eisini, at tað er grov andsøgn ímillum orð og gerðir hjá landsstýrinum. Tað kann ikki halda fram og Landsstýri skal standa fast við málið tey sjálv hava sett um einar grønar Føroyar.

 

Tey í FNU vísa á, at íløgur í oljuvinnu eru vánaligar íløgur, tí veðurlagsbroytingarnar eru so dýrar fyri samfelagið-

 

– Tí eru skattafyrimunir og almennur stuðul, sum hava til endamáls at stimbra oljuídnaðin, burturvið. Harafturímóti eru grønar orkukeldur áhugaverdar, og í dag er stór øking í arbeiðsplássum innan grøna orku.

 

– Vælferðin skal byggjast á grøna orku og ikki svarta orku, siga tey í FNU og mæla tí heldur til at líta frameftir og at leggja áherðslu á at menna grøna orku ístaðin.