- Hetta er slíkt sum kann henda í familjum

Tað vóru fimm systkin, sum áttu 20% í part í felagnum, O. C. Holding á Oyri. Nú tvey av teimum, Ólavur og Sonja, sum vóru komin at sita við tilsamans 60% av partapeninginum, hava selt síni partabrøv, er hugsandi, at hesi hava tjent miljónir. Hinvegin hava Edmund og Hans, sum ikki vóru við í søluni, ikki fingið eina krónu – og sita nú sum minnilutaeigarar við lítlari og ongari ávirkan

Søla

Uppundir endan av 2006 keypti P/F Thor í Hósvík meirilutan í virkseminum á havnalagnum á Oyri, sum upprunaliga hevur røtur eini 100 ár aftur í tíðina.
Uppi á landi er skeljavirkið, rækjuvirkið og frystihús. Við í keypinum er eisini skeljabáturin Norðheim og gággubáturin Varðborg. Aftrat hesum eigur felagið eitt rækjuloyvi.
P/F Thor hevur keypt 60% av tí virksemi, sum O. C. Holding átti. Hini 40% eiga brøðurnir, Edmund Joensen og Hans Joensen.

Fimm systkin
Tað vóru fimm systkin hjá Edmundi, sum vit øll kenna, ið áttu O. C. Holding, sum stóð aftanfyri framleiðslufelagið, O.C.Joensen.
Tey fimm áttu hvør síni 20% hvør. Hesi vóru Edmund sjálvur og brøðurnir, Christian, Hans og fosturbróðurin, Ólavur Fløtt. Fimti eigarin var systir Edmund, Sonja Johannesen.
Tað, sum hendi umleið eitt ár fyri søluna til Thor, var, at tvey av systkjunum, Ólavur og Sonja, keyptu partabrøvini hjá elsta bróðurinum, Christiani. Eftir keypið sótu tey bæði tískil við tilsamans 60% av partabrøvunum í O.C.Holding.
Fyri at lesarin skal skilja samanhangin, eru tað júst hesi 60%, sum Thor keypti stutt fyri ársskiftið.
Tískil eigur Thor í Hósvík nú 60% í O. C. Holding og Edmund og Hans framvegis hvør síni 20%.
Tað eru soleiðis tvey av systkjunum, Ólavur og Sonja, sum hava selt síni 60% og harvið meirilutan av partabrøvunum í holding-felagnum til felagið í Hósvík.
Hvørki keypari ella seljari hava upplýst prísin, men Gunnbjørn Joensen, stjóri í Thor, hevur sagt, at báðir partar eru nøgdir við handilin.

Ongan "lokkað"
Sosialurin hevur spurt Edmund Joensen, hvussu tað kennist, at hann og systkin hansara ikki longur eiga meirlutan í felagnum, sum hevur verið í familjuni í so mong ár.
Tað er heldur eingin loyna, at okkara fyrrverandi løgmaður og núverandi løgtingsmaður og løgtingsformaður hevur verið ein rættiligur "primus-motorur" í virkseminum á Oyri, har hann bæði hevur verið maðurin við hugskotunum, stjóri og nevndarformaður í mong ár.
- Eg havi ongantíð átt meira enn 20% í felagnum, og tað eigi eg framvegis. Men eg havi altíð kent meg at hava havt ávirkan sum nevndarformaður og stjóri – frá tí, at vit gjørdu felagið til partafelag í 1980, til eg noyddist úr hesum størvum, tá ið eg gjørdist løgmaður í 1994.
Edmund hevur ikki hug at gera so nógv burtur úr søluni alment, tí hetta so sanniliga eisini snýr seg um familjuviðurskifti.
- Hetta er slíkt, sum kann henda í familjum, sigur hann við einum farra av sorgblídni.
Vit kunnu gita okkum, at systkini, Ólavur og Sonja, sum nú hava selt síni partabrøv, hava tjent nógvar miljónir í part, meðan Edmund og Hans ikki hava fingið eina krónu burtur úr.
Honum so líkt tekur hann skemtandi til, at hann ongantíð hevur "lokkað" nakran við miljónum.
- Tað eru Ólavur og Sonja, sum hava selt – og ikki eg og Hans, leggur hann aftrat.
Edmund heldur tó ikki, at ætlanin hjá Ólavi og Sonju við at keypa elstra bróðurin, Christian, út, var fyri lættari at kunna selja meirilutan av felagnum og fáa nógvan pening burtur úr.
- Nei, tað haldi eg ikki var ætlanin, tá ið tey keyptu, og eg velji at trúgva, at aðrar orsøkir lógu til grunds fyri hesum. Mær vitandi ætlaðu tey tá at reka virksemið víðari, sigur hann.

Umhugsa støðuna
Men er tað hugsandi, at Edmund og Hans eisini fara at selja síni partabrøv í O. C. Holding, nú teir kortini eru vorðir minnilutaeigarar?
- Hetta er so nýtt enn, og vit hava ikki verið uppi í hesum við søluni. Men vit fara sjálvandi at umhugsa, hvat vit skulu gera. Vit fingu ikki kjansin at selja saman við Ólavi og Sonju.
Men kundu tey bæði vænta, at Edmund og Hans eisini vildu selja síni partabrøv, tá ið tey avgjørdu at selja?
- Ja, eg haldi ikki, at tey høvdu nakra orsøk til at trúgva nøkrum øðrum, sigur hann.
Edmund heldur – eisini skemtiliga fyri – at tá ið partabrøvini, sum systkini seldu Thor, eru so nógv verd, sum líkt er til, at tey eru, væntar hann, at tey 40%, sum hann og Hans enn eiga í felagnum, eisini mugu vera nakað verd.
- Tað vóna vit í hvussu er, leggur hann aftrat.
Edmund sigur, at hann tosaði við Hans Andreas Joensen, annan av brøðrunum í Thor, beint eftir søluna, og hann fer at venda sær aftur til felagið í Hósvík so skjótt, sum høvið býðst.

Kunnu "dikterast"
Vit spurdu eisini Edmund Joensen, hvørja ávirkan hann og bróðurin, Hans, vænta sær í O. C. Holding, nú meirilutin í felagnum ikki longur er í familjuni.
- Nei, tað dugi eg slett ikki at siga í løtuni. Vit eiga so okkara part í felagnum enn, og eingin kann noyða okkum at selja. Men nú vit eru minnilutaeigarar, kann meirilutin "diktera", sum hann tekur til.