Hetta er stóra Eurovision vikan

Hesa vikuna verður altjóða Eurovision tónleikakappingin hildin í Ukraina.

43 lond hava sent umboð til kappingina, sum er skipað við tveimum hálvfinalum og einari finalu. Hálvfinalurnar verða hildnar týskvøldið og hóskvøldið, og finalan verður leygarkvøldið.

Fýra av teimum stóru europeisku londunum koma beinleiðis í finaluna saman við vertstjóðini Ukraina. Tey ery Italia, Spania, Týskland og Stórabretland. Øll hini londini skulu umvegis hálvfinalurnar syngja seg í finaluna. Hyggjarar og dómsnevndir kring alt Europa atkvøða í kappingini.

Sjónvarpið hjá Kringvarpinum plagdi at senda Eurovision, men á heimasíðuni hjá Kringvarpinum stendur Eurovison ikki á skránni hesa vikuna. Eurovision kann síggjast á fleiri norðurlendskum rásum – eitt nú DR1.