Samferðsla
79 ára gamli, Hans Jakku á Gadd, sum saman við konuni, Onnu, býr á Nesi, harmast
um, at Bygdaleiðir hava skert koyringina út á Nes og av Nesi.
- Vit høvdu sjey túrar út á Nes um dagin, men nú eru bert tríggir túrar eftir ?
og bara ein fyrrapart, sum ikki hongur saman við siglingini hjá gomlu Ternu.
Bygdaleiðir koyra av Nesi klokkan 9.25, men Ternan siglir av Toftum klokkan
8.50.
Hans Jakku vísir á, at ein bussur fer av Toftum ávegis til Havnar klokkan 9.20
? ella 5 minuttir áðrenn, bussurin fer av Nesi.
- Skulu eg og konan, sum eru einsamøll í húsi, til Havnar við Ternuni um
morgunin, noyðast vit at biðja onkran koyra okkum á bátin. Tað er ikki altíð so
lætt, tí dóttir okkara býr í Havn. Øll eru til arbeiðis og, sum rímiligt er,
hava tey nóg mikið um oyruni, sigur Hans Jakku.
Seinnapartin um dagin koyra Bygdaleiðir tvær ferðir av Nesi, men heldur ikki
hesir túrarnir passa serliga væl til Ternuna ella leið 400, sum koyrir til
Havnar.
- Einasti túrur, sum passar rímiliga væl, er túrurin av Nesi klokkan 16; tá fer
ein bussur av Toftum ávegis til Havnar klokkan 16.20, sigur Hans Jakku.
Hann vísir á, at tá ið Ternan kemur úr Havn, er eingin túrur út á Nes.
- Men tað hevur tað heldur ongantíð verið, leggur hann aftrat.
Sum á útoyggj
79 ára gamli, Hans Jakku, sum fylgir væl við tí, sum fyrigongur í samfelagnum ?
og ikki minst á politiska vígvøllinum ? undrar seg yvir, at myndugleikarnir
fremja slíkar skerjingar, nú so nógv verður tosað um útjaðaran.
- Eg haldi ikki, at Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, hevur hugsað um
útjaðarapolitikk, tá ið stovnurin, hann umsitur, hevur skert okkara møguleikar
so nógv. At skerja koyringina av Nesi úr sjey túrum niður í tríggjar um dagin,
er avgjørt ikki útjaðarapolitikkur, sigur hann.
Hans Jakku á Gadd vónar, at myndugleikarnir vilja skipa so fyri, at fólk á Nesi
fáa fleiri ferðamøguleikar, og at koyringin hjá Bygdaleiðum verður betur løgd
til rættis, soleiðis at túrarnir passa betur til Ternuna, sum siglir av Toftum
og koyringina til Havnar. Somuleiðis ynskir hann, at tað fer at gerast møguligt
at sleppa útaftur á Nes, tá ið Ternan kemur úr Havn um dagarnar.