– Komið øll á Mentanarnátt á Tvøroyri. Her er okkurt fyri øll, stór sum smá.
Soleiðis sigur John Jacobsen, samskipari av Mentanarnáttini á Tvøroyri.
Mentanarnáttin verður í dag, og stigtakararnir hava samansett eina rúgvismikla skrá fyri dagin.
– Her eru góðar konsertir, listaframsýningar, bókaframløga, tiltøk til børnini og góður matur, fortelur John Jacobsen, sum sjálvur gleðir seg nógv til dagin í dag.
– Mentanarnáttin er bara voksin tey síðstu árini og er hetta ein lítil jóansøka hjá okkum her á Tvøroyri. Hon er nakað, okur síggja fram til hvørt ár, sigur hann.
Skráin fyri Mentanarnáttina á Tvøroyri sæst annars HER.