Niels Heðin Gaard Joensen var fyrsti føroyingurin, sum fekk diagnosuna Asperger-syndrom. Tá var hann 12 ára gamal. Fyrstu fýra árini av lívinum búði hann í Skopun, inntil hann flutti til Havnar við foreldrunum. Tann nú 27 ára gamli Niels Heðin Gaard Joensen flutti niðan á Barnaheimið í Havn í 1995, har tey settu eitt ungdómssambýli á stovn. Tá var hann 14 ára gamal og koma at búgva saman við einum øðrum javngomlum drongi undir tryggum karmum, við starvsfólki, sum kundu hjálpa teimum í gerandisdegnum.
Um sama mundi hevði hann fingið diagnosuna asperger-syndrom aftan á kanningar á Barnapsykologisku deild á Bispebjerg hospital. Frammanundan hevði mamma hansara verið ígjøgnum eitt tógvið stríð her í Føroyum, fyri at fáa Niels Heðini hjálp.
- Eg hevði tað gott í Lonini, sum tað varð rópt. Har kundi eg fáa ta hjálp, sum eg hevði brúk fyri í gerandisdegnum, fyri at menna meg og klára meg. Eg hevði tørv á serligum rammum og strukturum fyri at yvirskoða lívið. Serliga tað sosiala stríddist eg við. Eg manglaði empati, tað vil siga, hetta við at seta meg inn í støðuna hjá øðrum menniskjum. Eg segði alt bart út við fólk, uttan at hugsa um, at tað kundi fáa avleiðingar. Hetta gav mær sjálvandi nakrar trupulleikar í mun til vinfólk og onnur børn, sigur Niels Heðin Gaard Joensen, sum er komin oman í Miðlahúsið í morgun, fyri at lata okkum eina mynd til greinina, sum hann hevur skrivað í blaðnum í dag.
Skipað lív
Tá Niels Heðin bleiv 18 ár, kundi hann ikki búgva í Lonini longur, tí hann var ov gamal. So hann fluttin inn í nýstovnaða sambýlið Pætursgøta 3, sum er fyri fólk, sum hava Aspergarar syndrom. Hetta var í 2000, og árið eftir búðu teir fimm mans saman í sambýlinum. Í dag eru teir tríggir.
- Har havi eg havt tað gott. Teir tryggu karmarnir, sum eg lærdi at liva undir í Lonini eru eisini her. Eg fungeri nógvar ferðirnar betri, og havi ment meg sera nógv, soleiðis, at teir sosialu trupulleikarnir og hetta við empatinum er komið upp á pláss. Men tað krevur, at eg havi ein skipaðan gerandisdag saman við javnlíkum og øðrum fólkum, sum ikki hava Asperger syndrom, sigur Niels Heðin Gaard Joensen.
- Pleyga og røkt og reingerð og viðlíkahald orni eg sjálvur. Men starvsfólkini hjálpa mær sálarliga og stuðla mær, um eitthvørt er. Eg hevði fyri tað kunna búð einsamallur. Men av tí, at skipanin við sambýlinum er so sera góð fyri meg, hevði tað ikki loyst seg at flutt út heilt einsamallur, sigur Niels Heðin Gaard Joensen, sum er invalidupensjonistur, men arbeiðir í køkinum á Landssjúkrahúsinum, har hann eisini er glaður fyri at vera.
Stór sorg
Tá Niels Heðin Gaard Joensen fekk boðini um, at stovnurin, sum hann býr í møguliga skal lata aftur, varð hann sjálvandi sera harmur.
- Tað var akkurát sum í sorg og depressión. Eg var sera keddur og ørkymlaður. Eg kann ikki búgva saman við evnaveikum, tí eg eri slett ikki evnaveikur. Eg dugi alt; at lesa og skriva, at fáast við politikk og mentan, at gera mat og spæla harmoniku. So eg havi eitt sera virkið lív, sigur Niels Heðin Gaard Joensen.
- Nú havi eg skriva eina grein í Sosialin, har eg geri vart við mína ónøgd. Tí vit eru sjokeraðir og keddir av at heimið skal lata aftur. Og tí mátti eg skriva, tað sum eg skrivi til seinast í greinini: Her má vend koma í alt fyri eitt.
Myndatekstur:
- Tað var akkurát sum í sorg og depressión at fáa at vita at heimið skal lata aftur. Eg kann ikki búgva saman við evnaveikum, tí eg eri slett ikki evnaveikur, sigur Niels Heðin Gaard Joensen, sum nú hevur skrivað eina grein um málið.
Mynd: Jens Kristian Vang