? Strandferðslan hevur altíð verið dýr. Men tað er gott gjørt, at hon skal vera dýrasta flutningsfelag í Føroyum, hóast hon fær milliónir á fíggjarlógini.
Mortan Johannesen á Saltsøluni er sera misnøgdur við príspolitikkin hjá Strandfeðsluni. Ikki minst er hann misnøgdur við at prísurin at flyta salt til Suðuroyar nú er so nógv hækkaður, sum greitt er frá í greinini omanfyri.
? Tað er gott gjørt, at tað skal verða dýrari at flyta salt úr Havnini til Suðuroyar, enn tað er at flyta tað líka úr Ibiza til Havnar. Tí tað er hóast alt 10 dagar at sigla. Av Havnini til Suðuroyar eru tveir tímar.
? Men tað er so veruleikin, sigur Mortan Johannesen.
?Sum støðan er, mugu vit bara staðfesta, at Strandferðslan rætt og slætt drepur vinnulívið í Suðuroynni.
? Og tað er løgið at hugsa sær, at tað eru tveir fólkafloksmenn, sum eisini eru vinnulívsmenn, nevniliga løgmaður og landsstýrismaðurin í vinnulívsmálum, sum standa á odda fyri hesum.
? Mortan Johannesen sigur, at tað sær út fyri sær, sum um at tann veruliga ætlanin er, at allar tær smáu fyritøkurnar skulu drepast og at bara tær stóru skulu vera eftir.
Men Mortan Johannesen sigur, at hetta er løgin hugburður, tí tær smáu fyritøkurnar hava ómetaliga stóran týdning.
? Tað eru fimm stór saltfiskavirki í Føroyum: Sandoy Seafood, Kósin, Vaðhorn, Gøtu Fiskavirki og Fiskavirking á Toftum. Men kortini selja vit salt til 26 virki, sum arbeiða saltfisk.
? Sostatt sæst, at tey smáu virkini eru ómetaliga drúgv. ? Og vóru tey ikki, høvdu vit heldur ikki livað, sigur hann
Mortan Johannesen sigur, at annars eru tað nógv ár síðani, at tað kostaði 140, krónur fyri tonsið, soleiðis sum Strandferðslan upplýsti, tí tað hevur kostað 190 krónur.
? Hetta er so dýrt, at tað er onki løgið í, at vinnan roynir at finna aðrar leiðir.
? Og tvær-tríggjar ferð er tað eydnaðist at fáa eitt skip at sigla salt suður og tað hevur kostað ímillum 70-80 kr. tonsið. Tað, sum Strandferðslan nú ger, er hevnd fyri hetta, sigur Mortan Johannesen.
? Hetta er rætt og slætt svínarí, sigur Mortan Johannesen. Hann sigur, at hendir onki nú, er saltfiskaframleiðslan í Suðuroynni
dripin.
Les eisini: Farmagjald til Suðuroyar er hækkað 150%
Les Eisini: Hetta óskilið má steðgast