Hetta er syrgiligt

Jenis av Rana vil hava Fólkaflokkin úr skápinum

– Hetta er eitt mál, Fólkaflokkurin eigur, alt sum tað er.

 

Tað heldur Jenis av Rana, løgtingsmaður fyri Miðflokkin, nú Løgtingið viðger eitt uppskot frá Jógvan á Lakjuni úr Fólkaflokkinum um at skilja tíðindadeildina sundur aftur í tvey, eina fyri Útvarpið og eina fyri Sjónvarpið. Sjálvur vil Jenis av Rana hava at Kringvarpið verður einskilt fyri at sleppa undan tí »okinum«, tað er at taka skatt frá fólki at bera niðan í Kringvarpið.

 

Hann heldur annars, at nú átti Fólkaflokkurin at bekent lit. Fyri nøkrum árum síðani legði hann Kringvarpið saman og var eisini við til at leggja tíðindadeildina hjá Sjónvarpinum og Útvarpinum saman í eina deild. Men nú skal hon skiljast sundur aftur. Fólkaflokkurin var eisini ímóti at loyva samkyndum at giftast, men stutt eftir rósaði borgarstjórin hjá Fólkaflokkinum í Havn sær av at hava gift tey fyrstu samkyndu hjúnini.

 

Tí helt Jenis av Rana lítið um nýggja uppskotið hjá Jógvani á Lakjuni um at skilja tíðindadeildina sundur aftur. Hann heldur, at støðan hjá Fólkaflokkinum er syrgilig. Ístaðin vil hann hava Fólkaflokkin at ganga somu leið, sum hann plaga at taka undir við, nevniliga at einskilja almennar stovnar og tí vil hann eisini hava Kringvarpið einskilt, heldur enn at varðveita tað sum eitt landsfíggjað monopol, sum føroyingar skulu tvingast at gjalda til.

 

Jacob Vestgergaard, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, tekur fult undir við at einskilja Kringvarpið og bjóðar seg fram at vera við til at leggja uppskot fyri Løgtingið um hetta. Heldur enn eitt alment Kringvarp, vil Jacob Vestergaard heldur hava eina skipan, har fólk rinda fyri tað, tey vilja síggja.

 

Jenis av Rana sigur, at tað skal ikki standa á at leggja uppskot fyri Løgtingið um at einskilja Kringvarpið, og tað fer hann at gera, tá ið summarferian er av.

 

Bill Justinussen sigur, at undir seinasta samgongu bara Miðflokkurin tað javnan upp á mál at sendingarnar í Kringvarpinum skuldi bjóðast út, men tað hendi einki.