Tað var glaður og prátingarsamur Ransin, sum Sosialurin tosaði við stutt eftir dystin, sum endaði við 2-0 sigri til ukrainska Shakhtar Donetsk.
- Tað var stuttligt at døma, tí hetta eru stórar fótbóltsstjørnur og teir vóru bara komnir fyri at spæla fótbólt, sigur Ransin N. Djurhuus.
Ein kundi væntað, at ein dystur millum toppliðini í Russlandi og Ukraina kundi blíva ein heitur dystur, men so var als ikki.
- Teir vóru allir fólkaligir og blíðir, sjálvt um teir tjena nógvar pengar. Teir vóru komnir fyri at spæla fótbólt og eru í uppstartinum, so teir ansaðu eisini eftir hvørjum øðrum, greiður Ransin N. Djurhuus frá, sum ikki metti at føroysku dómararnir dottu niður í millum.
Ransin gav trý gul kort. Tvey til Shakthar Donetsk og eitt til CSKA Moskva.
- Teir flentu bara
Ein støða í dystinum staðfesti fyri Ransini, at talan var um ein lætt sinnaðan venjingardyst.
- Eg bríkslaði fyri frípark til CSKA, og endi við at standa millum allar spælararnar, sum samlast rundan um bóltin. Brádliga peikar ein á gaggurnar ella hosurnar hjá einum øðrum og so fara allir at flenna. Eg skilti ikki heilt hvat tað gekk út uppá og royndi at vera alvorligur, men skilti skjótt at eg bara skuldi sleppa mær úr trunkanum, sigur Ransin og flennir.
Tá Sosialurin fekk orðið á føroyska dómaran høvdu teir ikki havt møguleikan at hugt eftir dystinum umaftur, men vóru vælnøgdir við avrikið.
Vil verða altjóða dómari
Føroysku dómararnir, sum saman við føroyska dómaraeygleiðaranum, Niklas á Líðarenda, hava verið í La Manga í nakrar dagar og dømt tríggjar dystir. Fyrsti dysturin var millum FC Olimpija Ljublijana og IFK Gøteborg, sum endaði við javnleiki 1-1. FC Olimpija Ljublijana vann upp á brotssparkskapping. Annar dysturin var millum norksa Tromsø IL og polska RTS Widzew Lodz. Her vann polska liðið 2-1.
Føroyska ferðalagið letur væl at umstøðunum, sum eru framúr. Tað er umvegis norska Fótbóltssambandið, sum eigur í La Manga venjingarstøðini, at føroysku dómararnir eru bjóðaðir við til kappingina. Millum annað Petur Reinert hevur fyrr verið við sum dómari. Fyri uttan føroysku dómararnar, so vóru allir hinir FIFA dómarar.
Samanlagt er Ransin væl nøgdur við túrin, sum hevur givið dómaranum mót upp á meir.
- Hetta er tí eg dømi. At sleppa at døma dystir millum stórar stjørnur er nakað av tí størsta ein føroyskur dómari kann røkka, sigur Ransin, sum hevur ein dreym um at blíva altjóða dómari.
- Sjálvandi havi eg eitt mál um at blíva altjóða dómari. Tú má seta tær mál um tú skal blíva betri, og tað ætli eg mær at blíva, sigur Ransin víðari.
Sum er, so hevur Føroyar bara ein altjóða dómara og tað er Petur Reinert.
Teir fýra, Ransin N. Djurhuus, Andrew Christiansen, Andreas Josephsen og Niklas á Líðarenda koma aftur til Føroyar í morgin.