Undirsjóvartunnil
Vágatunnilin:Bussurin er fullur av fólki. Her er øll »øvrigheitin« í Vágum so sum bygdarráð, løgregla, flogvallarleiðsla og so onkur annar eisini. Tað stendur eitt sindur á at fáa bussin niðan á Háls, og tað rýkur í meira lagi úr honum, heldur onkur.
Men bussførarin heldur væl standa til. Hann er glaður í kvøld og ikki minst spentur.
Nú skal hann fyrstu ferð, eftir at hava koyrt bil, buss, lastbil og tað heila í skjótt 52 ár, uppliva at koyra ein fullan buss av fólki undir Vestmannasundi.
Hetta er ein stór løta hjá tí skjótt 72 ára gamla Finni Joensen í Sandavági.
?Hetta er størsta upplivilsið, eg havi havt sum bilførari nakrantíð, ivast hann ikki í, hóast hann hevur upplivað rættiliga nógv og ymiskt hesi árini.
Hann hevur siglt við Bragd og Gamla Sam. Nýggja Sam og Ternuni umframt avloysaraskipunum. Koyrt lastbil og verið »gribbur«, umframt alt annað, ein bilførari í Vágum upplivir í so langa tíð.
?Tað verður øgiliga gott at sleppa undan at koyra um Høgareyn, fegnast Finn. Tað var mangan ótýdligt í vánaligum veðri at fara eftir Vestmannavegnum. Serliga í kavaroki ella mjørka var vanligt at sita við høvdinum út gjøgnum vindeygað fyri yvirhøvur at síggja vegin, greiðir hann frá.
Nú tað skjótt kann koyrast undir undir Sundinum, verður hetta søga. Eisini fer tað at stytta munandi um farleiðina úr Vágum til Havnar ella inn á Skálafjørðin.
Men tað, sum Finn fegnast mest um, og sum hann væntar fer at hava størstu ávirkanini, verður reglusemið í ferðsluni um Vestmannasund.
Serliga fyri vinnulívið báðu megin Sundið fer hetta at merkja øgiligar batar, heldur hann. Nú kunnu eitt nú lastbilar og bussar sjálvir avgera, nær teir koma og fara. Burtur verða allar bíðirøðirnar í Vestmanna og á Oyrargjøógv og har við eisini allir teir dýru spilltímarnir.
Finn ivast ikki í, at tað fer at koma bæði busum og lastbilum í Vágum tilgóðar, at teir nú kunnu bjóða seg fram allastaðni í javnari kapping við eitt nú bussar og lastbilar úr Eysturoynni og Streymoynni.
Vit eru farin um Hálsin, og Finn minnist aftur á túrarnar til Havnar eftir Oyggjarvegnum.
?Eisini tað er søga nú, og gott tað sama. Tá man fór um Hálsin, bar altíð til at siga, hvussu líkindini vóru í Mjørkadalsbrekkuni, minnist hann. Tí tey bæði støðini líktust altíð.
Oman móti tunnilsvegnum á Fútakletti koma vit. Komin oman til bummin, steðga vit, og sonur Finns, Niels fer út við lykli at lata upp, so vit sleppa ígjøgnum.
Teir eru væl umboðaðir í bussinum í kvøld. Finn er sjálvur triðji úr felagnum Á Giljanesi. Hinir báðir eru líkasum loðsar. Hava koyrt í tunlinum, meðan arbeitt hevur verið, og vita, hvar best er at fara.
Spakuliga fara vit undan brekkuni, til komið er á botn, og fólk gerast spent at vita, nær vit koma fram við seinasta skotinum. Rúgvan liggur enn, so nú vita vit, at vit eru komin yvir um.
¨Koyra vit eftir sløttum enn? spyr Finn, sum undrast á, at brekkan ikki er brattari, enn hon er. Hevur ivaleyst hildið, at nú hann var so djúpt, mundi gerast tungt at koma uppaftur.
Nei, hann gerst ovfarin av , hvussu væl hetta roynist. Og fleiri ferðir tekur hann aftur í aftur, hvussu reinur og vakur veggurin er, og hvussu breiður tunnilin tykist.
So koma vit upp aftur Leynamegin, og gamli bilførarin úr Vágum hevur koyrt fyrsta túrin millum oyggjarnar.
Av ovurhuga leggur hann seg á floytuna, meðan fólk klappa inni í bussinum, og lagið er gott.
So gott er tað, at tað hann er steðgaður, fara fólk úr bussinum, eins og tey gera úr øðrum bussum, sum hava flutt gestir, sum skulu heimaftur, undir Sundið.
Ringur verður sligin á brúnni, og sum vera man verður Seyðamaðurin á Sondum tikin. Vágaligt skal tað vera.
Tá komið verður aftur í bussin, situr Niels við róðri. Onkur spyr Finn, um hann ikki skal koyra heimaftur.
?Nei. Eg havi fingið mítt upplivilsi. Nú havi eg latið frá mær, sigur hann.
Tó ikki meira enn so, enn at tá Niels skal venda bussinum í tronganum, er tað Finn, sum er loðsur hjá yngra ættarliðnum.