TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði við unga verjuskansan á føroyska landsliðnum, Sonna Ragnar Nattestad, sum hevði úr at gera at skriva autografar til ungar landsliðsfjepparar á Vaglinum.
Sonni Ragnar heldur, at sigurin ígjár er tað størsta hann hevur upplivað, og hann heldur, at tað hevur bara verið stuttligari og stuttligari fyri hvørja løtu, sum er farin síðani 2-1 sigurin á Grikkalandi gjørdist veruleiki.