Hetta er bíligasta fíggingin til Suðuroyartunnilin

Løgtingsmaður vil hava at vita um landsstýrið kannar hendan møguleikan

Hvussu sær Dennis Holm, landsstýrismaður í samferðslumálum fyri sær, at Suðuroyartunnilin kann fíggjast. Tað vil Erhard Joensen, tingmaður fyri Sambandsflokkin hava at vita og tí hevur hann nú spurt landsstýrismannin um hesi viðurskiftini. Svarið frá landsstýrismanninum kemur í seinasta lagi fyrdy helvt í næsta mánað.

 

Landsstýrismaðurin hevur boðað frá, at at Suðuroyartunnilin verður settur í gongd í hesum valskeiðinum, og tað merkir, at byrjað verður at bora í hesum valskeiðinum. Hann hevur eisini boðað frá, at spurningurin um at fíggja tunnilin, skal loysast.

 

Erhard Joensen sigur fíggingin verður alt avgerandi fyri verkætlanina og tað kunnu vera fleiri mátar at fíggja arbeiðið upp á. Ein máti er at taka eitt lán frá danska statinum til arbeiðið.

 

Í hesum sambandi vísir hann eisini á, at Danmark er eitt av bara 11 londini í heiminum, sum hava trífaldaða A-rating, sum er hægsta flokking ið til er, og tað gevur atgongd til ta lægstu rentuna á altjóða fíggingarmarknaðinum.

 

– Tí er áhugavert at kanna, um statslán frá Danmark kann verða ein møguleiki at fíggja Suðuroyartunnilin, sigur Erhard Joensen. Fígging er altavgerandi fyri at gjøgnumføra hesa byggiverkætlanina. Tí verður hesin fyrispurningur settur.