Hetta er væl klárað av okkum

Eg eri eyðmjúkur, tí eg helt slett ikki at úrslitið varð rætt, sigur løgmaður

- Eg eri ómetaliga væl nøgdur við úrslitið. Eg eri eyðmjúkur um tað, tí tá ið eg hoyrdi tað, vildi eg ikki trúgva tí.

Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður og formaður í Sambandsflokkinum um úrslitið var veljarakanningini, sum Sosialurin hevur gjørt og sum stendur at lesa í blaðnum hetta vikuskiftið.

 

Veljarakanningin gevur Sambandsflokkinum 22,4 prosent av atkvøðunum og ger hann til næststørsta flokk, hóast talan er um eina afturgongd upp á 2,3 prosent afturímóti seinasta løgtingsvali.

- Vit hava ligið og grulvað niðiri á 15 prosent í onkrari veljarakanning, so eg eri ógvuliga væl nøgdur við úrslitið hesa ferð, sigur hann við Rás2.

Hann leggur afturat, at Sambandsflokkurin hevur havt framgongd í teimum seinastu veljarakanningunum.

Hann heldur, at tað er væl klárað av flokkinum at fáa so nógva undirtøku eftir at hava sitið við valdið so leingi.

- Eftir kanningini fáa vit sjey tinglimir, men tað er ógvuliga stutt upp til tann áttanda tinglimin. Kanningin gevur andstøðuni 17 tinglimir og samgonguni 16.

 

Kaj Leo Holm Johannesen sigur, at hann skilir væl, at onkrar avgerðir hjá samgonguni ikki eru so væl umtóktar og tað hevur kostað í undirtøku.

- Men hinvegin heldur hann, at tað hevur styrkt hann, at hann hevur verið so sjónligur á uttanríkispolitiska pallinum, eitt nú í sambandi við at útvega handilssáttmálar uttanlands.

Í Sosialinum um vikuskiftið er nógv meiri um veljarakanningina, og har ber til lesa um, hvør vinnur, hvør tapir - og hvør rýkur heilt úr Løgtinginum.