Tað er virkuliga býtt, at vit ikki fara at leita eftir olju í føroyskum øki. Tað heldur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingskvinna fyri Fólkaflokkin.
Hetta er ein spurningur, sum er rættiliga umstríddur, tí tað eru fleiri, sum halda, at vit eiga at lata oljuna fáa frið og leggja dent á tað grøna orkuskifti ístaðin.
Í samgonguskjalinum stendur einki um málið og tí hevur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, spurt Høgna Hoydal, landsstýrismann í vinnumálum, hvørja støðu, samgongan hevur.
Hon vísir á, at vit hava alla tíðina tosað um, at vit mugu fáa fleiri bein at standa á, skuldi tað hent, at alivinnan og fiskivinnan svíkja.
Tí heldur hon, at tað er virkuliga býtt, at vit ikki leggja dent á eina oljuvinnu.
Høgni Hoydal vísir á, at Landsstýrið hevur ongar ætlanir um at bjóða føroyskt øki út til oljuleiting. Hinvegin skal verandi open-door skipan halda fram. Tað merkir, at Jarðfeingi heldur fram ið samskiftinum við tey feløg, sum eru áhuga í at leita eftir olju undir Føroyum.
Hinvegin vísir hann eisini á, at fremsta endamálið er at fremja tað grøna orkuskiftið. Men tað er sera avbjóðandi fyri allan heimin at fara frá koli, olju og gassi.
Fara vit undir eina oljuleiting og seta vinningin í ein búskapargrunn, er tað varandi virði fyri komandi ættarlið. Men tað er tað eisini at leggja um til grøna orku, leggur hann afturat.
Samstundis vísir hann eisini á, at áhugin at leita eftir olju og gassi á føroyska landgrunninum, verið verið rættiliga avmarkaður í nøkur ár. Hesi seinastu tvey árini hevur áhugin kortini verið vaksandi.