Tað er einki løgið í tí, at Hanus Hansen selur eitt skip, men tað hevur einki við okkum at gera, sigur Aksel V. Johannesen.
Hanus Hansen hevur lutfalsliga somu kvotu í ár, sum hann hevði í fjør. Tað staðfestur Aksel V. Johannesen, løgmaður. Og tað staðfestur hann í kjalarvørrinum á Hanus Hansen, reiðari í Klaksvík, hevur givið samgonguni størstu skyldina fyri, at hann nú noyðist at selja Sjúrðarberg og at siga 25 fiskimonnum upp,
Løgmaður sigur, at í fjør vóru tað Hanus Hansen, og tveir aðrir reiðarar, sum fingu alla ta føroysku kvotuna í Barentshavinum fyri einki. Í ár hava somu reiðarí fingið 85 prosent av kvotuni fyri einki – og hini 15 prosentini at hava tey keypt. Og tað er í roynd og veru ikki so lítið, tí kvoturnar eru so høgar, sum tær at kalla ikki hava verið fyrr.
Men eitt annað er so tað, at russarar og norðmenn hava minkað kvotuna. Tað fær samgongan einki gjørt við, men tað verða vit noydd at góðtaka. Útlit eru eisini fyri at kvotan minkar eitt sindur næsta ár, og hóast tað einki hevur við fiskivinnunýskipanina at gera, er tað ikki nakað, vit fáa gjørt nakað við, sigur Løgmaður. Men hóast kvotan minkar, er hon framvegis nógv størri, enn hon plagar at vera, leggur hann afturat.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr løgmann greiða frá, hví hann heldur, at Hanus Hansen er órímiligur, tá ið hann gevur samgonguni skyldina fyri, at Sjúrðarberg nú er seldur.