Í áðni skrivaðu vit, at landsstýrismaðurin í landbúnaðarmálum, Magnus Rasmussen, ætlar ikki at bíða longur eftir loysn á ósemjuni um rættin til at ganga í fjøllunum. Hann sigur, at fæst ikki semja nú, leggur hann málið fyri samgonguna fyri at fáa eina avgerð, tí nú skal tað verða egg ella ungi
Les meiri her. Hann kann ikki liva við hesum longur
Landsstýrismaðurin sigur, at tað er stórur hugsjónarligar ósemjur ímillum tey, sum vara av málinum. Ein ósemja er um, antin hvørsmansrætturin skal vera galdandi, ella um tað skal vera ólógligt at fara í hagan so at loyvi skal fáast til tað í hvørjum einstøkum førum. Ein onnur ósemja er um, antin tað skal vera ókeypis hjá øllum at fara í hagan, ella um tað bara eru føroyingar, sum skulu sleppa ókeypis í hagan.
Tað er eisini ósemja um, antin fólk skulu rinda fyri at fara í hagan, ella um tey bara skulu rinda fyri ítøkiligar tænastur. Og tað er eisini ósemja um, antin gjaldsportrini skulu takast niður, ella tey skulu vera standandi.
Tá ið Løgtingið umrøddi spurningin í morgun, helt partamaðurin hjá landsstýrismanninum í Løgtinginum, Helgi Abrahamsen, turrisliga fyri, at í Føroyum verður aldrin semja um nakað sum helst ið hevur við jørð at gera. Hann veit av royndum, at tað er ringt at fáa semju um hetta málið, tí hann sat sum landsstýrismaður í tvey ár, og har royndi hann at fáa semju um hetta – men til fánýtis.
Tí væntar hann, at einasta loysnin er landsstýrismaðurin sker ígjøgnum og takur støðu til, hvør tað er, sum eigur Føroyar, um tað eru føroyingar, sum eiga landið, ella um tað bara eru tey, sum eiga matrikkulnumruni, sum hava rættin til landið, sum hann tók til.
Sjálvur hevur hann ikki dult fyri, at hann tekur undir við, at tað skal vera frítt- og ókeypis at ganga í haganum, og at gjaldast skal bara fyri ítøkiligar tænastur.
Partamaður hansara, Jaspur Langgaard, er púra samdur, tí hann heldur, at føroyingar skulu hava frælsi til at ganga har teir vilja, og at øll gjaldsportur skulu takast niður.
Jacob Vestergaard tingmaður fyri Fólkaflokkin, staðfestir, at føroyingar hava altíð kunnað ferðast í haganum. Men hann heldur eisini, at tað má standa til bóndan at gera hvat, hvat vinnuligt virksemi skal vera í hansara haga. Alt annað er at gera seg inn á privata ognarrættin og tað er ein heilt grundleggjandi rættur í okkara samfelagið.
Tað var Ruth Vang, tingkvinna fyri Framsókn, sum reisti málið í Løgtinginum í morgun og hon hevur meldað seg í kórið hjá teimum, sum halda, at sjálvandi skal tað vera frítt hjá fólki at fara í hagan – og at hava ein útlendskar gestir við. Men tað er eisini greitt, at tað ber ikki til, at øll hava fult frælsi til at fara allastaðni, heldur hon. Hon heldur somuleiðis, at tað er sjálvsagt, at at vinnulig ferðavinna kann ikki vera í haganum uttan við loyvi frá bóndanum.