Hetta fara vit ikki at lata okkum lynda

Fakfeløgini fara nú at viðgera, hvat eitt hóskandi aftursvar til Helga Abrahamsen skal vera

Tað var nógv fólk uttan fyri tinghúsið hendan dagin at mótmæla, at ætlanin var at skerja verkfalsrættin. Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum stendur fremst, mitt á myndini

Stríðið er ikki av enn. Tað staðfesta fakfeløgini, nú pedagogarnir hava skrivað undir nýggja avtalu og verkfallið er av. Samstundis hevur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í vinnumálum, tikið uppskotið aftur um at skerja verkfallið hjá pedagogunum við at lóggeva fleiri pedagogar til arbeiðis í Almannaverkinum. 

 

– Fakfeløgini, sum boðaðu frá, at tey fóru at seta tiltøk í verk fyri at móttmæla uppskotinum, halda ikki at stríðið er av, tað er tikið aftur, siga tey í eini felags fráboðan nú seinnapartin. Tey vísa á, at landsstýrismaðurin hevur boðað frá, at hann arbeiðir við einum nýggjum uppskoti, sum skal avmarka rættin til verkfall í eini fakligari ósemju.

 

– Fakfeløgini ætla ikki at lata sær hetta lynda. Rætturin til verkfall er so grundleggjandi, at eitt løgting ikki bara kann lóggeva hann frá fakfelagsrørsluni, siga tey í fráboðanini. Tey siga, at nú fara tey sostatt at viðgera, hvussu fakfeløgini skulu svara aftur, um landsstýrismaðurin í arbeiðsmarknaðarmálum, ger álvara av hóttanini um at leggja ein eina lóg fyri Løgtingið, sum avmarkar verkfalsrættin.

 

Tað var nógv fólk uttan fyri tinghúsið hendan dagin at mótmæla, at ætlanin var at skerja verkfalsrættin. Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum stendur fremst, mitt á myndini