Løgmaður er væl nøgdur við hjálparpakkarnar, sum landsstýrið higartil hevur sett í verk í sambandi við koronakreppuna.
– Tað sær út til, at í allar flestu førum hava hesir hjálparpakkarnir verið dekkandi. Men vit vita, at onkur dettur niður í millum, sigur Bárður á Steig Nielsen.
Tað hevur undrað fleiri, at landsstýrið hevur valt at brúka pengar úr kassanum hjá ALS í staðin fyri at brúka pengar úr landskassanum at tryggja fólki løn í koronakreppuni, nú nógvir løntakarar eru sendir til hús, og nógv virksemi er steðgað.
Løgmaður er tó ikki í iva um, at tað er ein góð loysn, at ALS skal lofta hesum.
– Eg síggi hetta bæði sum eitt gott samfelagsligt initiativ frá ALS og fakfeløgunum og stýrinum, men eg síggi tað sanniliga eisini sum eitt skilagott búskaparligt inntriv, soleiðis at mann fyribyrgir langtíðar arbeiðsloysi, og at mann fyribyrgir, at mann drenar kassan hjá ALS uppá langt sikt, sigur Bárður á Steig Nielsen løgmaður í tíðindunum á FM1 í dag.
Hann roknar við, at koronakreppan kemur at kosta landskassanum enn meira.
– Tað er ov tíðliga at konkludera, at hetta kostar nógv fyri onnur og ikki fyri landskassan. Tað er ongin ivi um, at tann skipanin, vit settu í gildi fyri sjálvstøðugt vinnurekandi og feløg annars, har dagpeningaskipanin bleiv víðkað munandi, kemur at kosta beinleiðis hjá landskassanum, sigur løgmaður.
– Harumframt skal mann ikki gloyma tað, at tað at vit seta ferðina niður í samfelagnum, kostar ikki bara vinnuni pengar, men sanniliga eisini landskassanum mistar inntøkur. Harumframt kann mann rokna við, at tað kemur at kosta langsiktað, sigur Bárður á Steig Nielsen.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna, sum Árni Gregersen gjørdi við løgmann í tíðindunum á FM1.