Hetta gongur ikki longur

Borgarstjórin í Havn Heðin Mortensen er staddur í Nuuk, men yvir telefonina varð hann kunnaður um stóra oljulekan, og frá honum eru boðini greið:

- Hetta gongur ikki longur! - Vit kunnu ikki liva við, at oljulekar eru á Havnarvág í tíð og ótíð. Eg havi biðið tekniska stjóran um at fylgja málinum og at melda tað til løgregluna, tá vit hava staðfest ábyrgdina, sigur Heðin Mortensen úr Nuuk.

Borgarstjórin sigur, at hann saknar uppfylging av dálkingarmálum frá løgregluni. Kommunan hevur sambært honum ferð eftir ferð heitt á løgregluna í dálkingarmálum, men hetta er sambært Heðini Mortesen, sum at sláa í ein kodda.

- Eg havi givið greiðan ordra um, at hetta skal meldast, og fylgjast upp, óansæð hvør hevur ábyrgdina av dálkingini, tað verið seg vinnulívið her, um oljan kemur uttanífrá, ella um vit sjálvi eiga ábyrgdina, sigur Heðin Mortensen.