Samgongan hevur ein stóran trupulleika. Tað staðfesti ein av oddamonnunum í samgonguni, Christian Andreasen, tingmaður fyri Fólkaflokkin, og formaður fyri tingmanningina hjá Fólkaflokkinum. Beint áðrenn fíggjarlógin fyri næsta ár varð samtykt brúkti hann høvið til at átala førda fíggjarpolitikkin hjá samgonguni.
Hann staðfesti, at tíðirnar eru eru avbera góðar. Tað er nógv at gera og arbeiði er til allar hendur. Llandskassin skyldar bara fýra milliardir, og tað eru eini 18 prosent av bruttotjóðarúrtøkum, og tað er ikki serliga nógv.
– Tað er ikki har, trupulleikin liggur, sigur hann. Tann stóri trupulleikin er, at tær almennu útreiðslurnar hækka alt ov nógv. Høvdu vit ikki havt nakrar serstakar inntøkur av vinningsbýti frá BankNordik og tí at ætlanin er at selja almennu partabrøvini í Smyril Line og Tjaldur, høvdu vit havt hall á fíggjarlógini sigur hann. Og hann leggur afturat, at hetta er støðan, hóast metingin sigur, at búskapurin fer at veksa eini átta prosent næsta ár.
– So vit eru í bestu tíðum, hava vit í roynd og veru hall á fíggjarlógini, sigur formaðurin í tingbólkinum hjá Fólkaflokkinum.
Hann sigur, at sum fíggjalógin nú fyriliggur, er talan um eitt avlop upp á 38 milliónir. Men hann leggur afturat, at skulu vit vera heilt ærlig, vita vit, at tað verða fleiri eykajáttanir næsta ár, kanska fyri einar 200 milliónir, so tá ið samanum kemur, verður talan um hall næsta ár.
– Hetta gongur yvirhøvur ikki longur, ger hann púra greitt.
Hann sigur, at einasti munur á samgongu og andstøðu, er, at andstøðan er sinnað at taka 200 milliónir í avgjøldum afturat frá fiskivinnuni og alivinnuni.
– Tað er akkurát hetta, sum er trupulleikin, og tað er, at vit hava onga heildarætlan fyri, hvussu vit skulu stýra búskapinum. Hann heldur, at tað vit fara bara buldrandi avstað, uttan mál ella mið, og tað hevur verið støðan í heilt nógv ár.
Men hann sigur, at støðan vísir okkum, at undanfarnar samgongur hava heldur ikki havt nakra heildarætlan fyri búskaðinum.
– Ein og hvør má skilja, at hetta kann ikki halda fram. Skulu vit stýra búskapinum, mugu vit leggja eina ætlan fyri, hvussu samfelagsbygnaðurin skal broytast. Halda vit fram um higartil, skulu vit kanska finna inntøkur fyri einar seks milliardir um árið, sigur fólkafloksmaðurin.
– Tí mugu vit taka støðu til, hvørjar uppgávur tað er, at tað almenna skal taka sær av, sigur hann. Men hann leggur afturat, at eingin tosar um kommunurnar, tí hóast tær eru ein heilt stórur partur av búskapinum, liggja tær heilt uttan fyri allar skipanir.
– Fyri at at fáa eina betri javnvág í, eiga vit tískil at taka støðu til, um kommunurnar ikki skulu átaka sær ein part av teimum uppgávunum, sum landskassin nú. Vit mugu eisini tosa um, hvørjar almennar tænastur skulu útveitast til privat at reka, sigur Christian Andreasen.
Hann heldur, at halda vit fram sum nú, verður tað fyrr ella seinni, at vit knalla høvdið í múrin, og tað verður ein ordiligur brestur, sigur hann á myndamáli.
Ein partur av einum framtíðar fíggjarpolitikki má vera, at vit gera eina politisk avtala um, hvussu nógv tær almennu útreiðslurnar kunnu hækka um árið – og so skulu vit halda okkum til tað. Hjá tí almenna er ongin kúgv, sum so heilag, at hon ikki tolir, at tað verður spart eitt sindur av og á. Men samstundis vita vit, at tað slepst ikki undan, at tær almennu útreiðslurnar fara at hækka, tí krøvini veksa alsamt.
– Tað gongur ikki longur at fíggja útreiðsluvøksturin við at skrúva nakrar knappar her og har og við at taka eitt sindur afturat frá vinnuni. Vit mugu semjast um eina heildarætlan – og tað er nú, vit skulu gera tað, tí tað hava vit umstøður til, nú støðan enn er so góð, sum hon er, heldur Christian Andreasen.